Sveinur og liðfelagarnir taptu triðja dystin á rað

Afturelding er á fimta plássinum

Mynd: Handkastið

Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini móti ÍBV.

 

Úti í Heimey tapti Afturelding 29-32 fyri ÍBV. Tað haltaði serliga í fyrra hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið á odda 19-14. Sveinur var noteraður fyri eitt mál.

 

Hetta var triði ósigurin á rað hjá Afturelding, ið er nummar fimm í deildini við 23 stigum. Liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Valur er fremst við 26 stigum. 

 

Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram dyst á útivølli móti ÍR. Ein tíma seinni hava Jóhannes Bjørgvin og liðfelagarnir í Stjörnuni dyst á heimavølli móti Haukum. 

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: Handkastið