Sveinur Tróndarson vil einki siga um orsøkina, hví hann brádliga segði seg úr starvi og hevur heldur ongar viðmerkingar um leysasøgur um løn og annað.
– Eg tími ikki at siga nakað alment um hetta, sigur Sveinur Tróndarson.
Men hann váttar, at hann segði upp hósdagin fyrsta mai.
Niklái Nysted, stjóri í Knassum, váttar, at Sveinur Tróndarson er farin úr starvi, og hann váttar eisini, at ósemja hevur verið millum partarnar um lønina.
– Men tað fáa vit upp á pláss í loypi av degnum, sigur Niklái Nysted.