Næsti dagurin av HM-undankappingini hjá U21-manslandsliðnum í hondbólti er byrjaður. Dagsins fyrsti dystur ímillum Finnland og Sveis er avgreiddur, og beint nú hita liðini til dagsins seinna dyst, Føroyar og Ísrael, upp.
Dysturin ímillum Finnland, sum í gjár vann tryggan sigur ímóti Ísrael, og Sveis, ið Føroyar vunnu við fýra málum, gjørdist rættiliga spennandi. Sveis tyktist tó alla tíðina at vera eina lítla tonn betri. Sveis vann dystin 28-26 eftir hálvleiksstøðuna 13-11 - somuleiðis til sveisarar.
Hetta úrslitið gevur hesa stigatalvuna undan næsta dystinum hjá føroyingum, ið byrjar klokkan 18:
1. Finnland 2 stig
2. Føroyar 2 stig
3. Sveis 2 stig
4. Ísrael 0 stig
Sostatt hevur føroyska U21-landsliðið møguleika at leggja seg einsamalt á odda í undankappingarbólkinum undan dagsins síðstu dystum í morgin. Longu nú er nógv fólk samankomið at stuðla føroysku monnunum, og eisini hevur hondbóltssambandið sett eyka bonkar upp aftanfyri eina málið, tí at so nógvir áskoðarar væntast eftir sigurin ímóti Sveis í gjár.
Bert eitt lið spælir seg víðari til HM-endaspælið í summar, og harvið er spenningurin í hásæti, áðrenn føroyska liðið spælir um eitt bil.