Sveis: Vit eiga at fáa "Wildcard" til HM-endaspælið í manshondbólti

Sveisiski landsliðsvenjarin, Andy Schmid er ikki í iva um hvat evropeiskt landslið skal sleppa til HM við einum "Wildcard"

Andy Schmid er landsliðsvenjari hjá sveisiska manslandsliðnum í hondbólti

Eitt evropeiskt manslandslið í hondbólti sleppur til HM-endaspælið í Kroatia, Noregi og Danmark við at fáa eitt sonevnt "Wildcard".

 

Serbia sum - eins og Føroyar - bert tapti samlað við einum máli fyri Spania vónar sambært miðlinum, Handball-World at fáa Wildcard´ið, og Montenegro fiskar eisini eftir Wildcard´inum.

 

Føroyar liva eisini í vónini, men hjá tí minstu tjóðini er ikki altíð lætt at fáa endurljóð.

 

Teir mest sannførdu um, at teir eiga at fáa eitt Wildcard til HM-endaspælið eru teir hjá Sveis.

 

Sveisiski landsliðsvenjarin, Andy Schmid slær fast í sveisiskum miðlum, at Sveis var tað liðið, ið ikki rakk HM-endaspælinum í Play Off dystinum, sum var nærmast at røkka HM-endaspælinum. Sveis tapti fyri Slovenia aftaná brotskastskapping, og tað staðfestir Andy Schmid at vera tættari við málið enn samlaðu eittmálstapini hjá Føroyum og Serbia fyri Norðurmakedonia og Spania.

 

Spennandi verður at síggja hvussu Hassan Mustafa, IHF forseti og hansara fólk finna útav hvør skal fáa eitt Wildcard. Ynskir IHF 5.000 litríkar fjepparar til HM-endaspælið er eingin ivi um, at teir eiga at velja Føroyar. Vit kunnu eisini vóna, at IHF heldur, at eitt lið sum ikki hevur rokkið HM áður skal fáa høvið at royna seg í HM-endaspælinum.

 

Vit kunnu bara liva í vónini og síggja hvussu leikur fer.

 

Andy Schmid er landsliðsvenjari hjá sveisiska manslandsliðnum í hondbólti