Svend Højgaard gevst við Løkin

- Eg havi stillisliga og við takksemi sagt meg úr starvinum á Bókasavninum við Løkin, sigur Svend Højgaard.

- Eg havi stillisliga og við takksemi sagt meg úr starvinum á Bókasavninum við Løkin. Eftir næstan hálvt sætta ár kenni eg á mær, at eg havi givið tað, sum eg hevði at geva í hesum projektinum.

 

Soleiðis sigur Svend Højgaard á sínari Facebook-síðu í dag, nú hann hevur sagt seg úr starvi. Tey eru mong, sum á Facebook-siðuni takka honum fyri tað megnar arbeiði, sum hann hevur gjørt hesi ár.

 

Sjálvur sigur leiðarin á Bókasavninum við Løkin, at hann - umframt at hava roynt ymiskt spennandi, stuttligt og stimbrandi virksemi - eisini hevur møtt og lært at kenna ein hóp at góðum og áhugaverdum menniskjum.

 

- Tí er tað við takksemi, at eg fari at leita mær á nýggjar leiðir. Takk fyri, at eg fekk møguleikan í 2012 og takk fyri øll fólkini, sum eg havi møtt. 

 

Svend Højgaard leggur aftrat, at hann í løtuni einki ítøkiligt starv hevur fyri framman, og hann væntar, at hann verður við Løkin, til nýggjur bókavørður er settur og er komin í gongd um fáar vikur.

 

- Tað verður spennandi at fylgja við, hvussu bókasavnið fer at mennast framyvir, og tað kann blíva sooo gott. Túsund takk øll - fyri gott samstarv, vinarlig prát, mennandi upplivingar og stuttligar løtur, sigur Svend Højgaard.