Svenning av Lofti - maðurin ”í tíð og í ótíð”

- Ein 70 ár kvøða

Nú tað ikki eydnaðist mær at heilsa upp á teg á stóra degi tínum, vil eg heilsa tær við nøkrum orðum.


Tú ert ein kend mynd í lítla samfelgi okkara, so flestu okkara kenna teg og fleiri hava eisini eina meining um teg. Tað er tí, at tú ikki hevur tagt eina tað einastu løtu. Tað er, sum hevur tú havt sama motto, sum hin mæti danski presturin og trúboðarin, Vilhelm Bech, hevði: ”Så længe jeg lever, vil jeg gale.”


Tú hevur havt ein eld í tær, sum ikki er frá kirkjuligu fedrum tínum, heldur ikki frá brøðrasamkomunum, men frá hinum livandi Gudi. Frá fedrunum ervdi tú nógv, frá samkomufeløgum somuleiðis, men lívið og friðin og gleðina og vónina hevur tú frá honum, sum elskaði okkum og gav seg sjálvan upp fyri okkum.


Tú møtti Jesusi, tú fall á knæ fyri honum, og síðan hevur tú fylgt og tænt honum. Seinni ert tú vorðin varugur við orð ápostulsins, og hóast eg ikki havi hoyrt tað av varrum tínum, síggjast tey í lívi tínum. Her í týðing J. Dahls:

”Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu, sum døma skal livandi og deyð, og við opinbering hansara og ríki hansara: Boða orðið, ver at í tíð og í ótíð, aga, revsa, áminn við øllum langmóði og allari leiðbeining! Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni, og teir skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær at ævintýrum. Men ver tú edrúur í øllum lutum, tol ilt, ger trúboðara gerning, fullfør tænastu tína!” (2. Tim 4,1-5).


Í tíð og í ótíð hevur tú hildið orðið fram. Tú hevur verið uppi ”á fjallinum” og niðri ”í dalinum”. Tú hevur fingið mong høggini, men tú reistist aftur. Tú hevur tolað ilt, og tú hevur torað. Tú hevur tikið stig, og hevur gingið nýggjar leiðir. Og tú hevur ikki kunnað annað, tí tað lá ein neyðsyn á tær. Tú hevði møtt honum! Gleðiboðskapurin fekk valdið í lívi tínum, og hesum boðskapi vildi tú tæna. Gud fái tøkk fyri tað.


Tænasta tín hevur umframt brøðrarsamkomurnar fevnt um mong og týðandi øki í samfelagi okkara. Innan skúlagátt hevur tú verið virkin bæði í høvuðsstaði okkara og um landið. Tú sat bæði í Tórshavnar skúlaráði og í Landsskúlaráðnum. Umframt børnini lógu eisini tey veiku í samfelagi okkara tær á sinni. Tíni mongu ár í Sinnisbata, har títt áhaldandi stríð og djørvu átøk - eisini innan tinghúsgátt - vitnað um tað. Tað tænir tænastu tíni til fyrimuns, at tú kennir fólk sum fáur her á landi, og hevur skrivað bókina Eiðis kommuna til bata fyri heimbygd tína.


Í dag er mansligleiki ein saknur. Men mansligur hevur tú verið. Tú hevur staðið við tað, tú ert, og tú hevur nýtt tíni mergjaðu orð, mongu evni og mikla kropp til ta tænastu, gleðiboðskapurin føðir í einum menniskja. Tænastan, tú fekst, hevur fingið ein ”svenningskan” dám. Tú ert ærligur og roynir at liva tað, tú trýrt. Tað er ikki ein annar, ein hittir, tá ið ein hittir teg, tað er Svenning - Svenning av Lofti. Tað er soleiðis, eg kenni teg.


At tú í orði og á skrift hevur borið tín boðskap hevur gjørt, at tú náddi so nógv longri. Viðmerkingar og blaðgreinar hevur tú regluliga havt til mál í tíðini, Dagsins orð og Tað hendi umborð-bøkurnar eru nýbrot, at tú hevur nomið við títt dópssjónarmið í einum bóklingi Dópurin eins og onnur við sítt, skal ein ikki skammast við, og at skammast haldi eg ikki, ein kann siga um teg.


Tú hevur ikki skammast við kristin í øðrum samkomum og kirkjum. Tú hevur sæð ymiskleikan og líkligleikan eins og stuttleikan við Krists savnaði. Tíðliga vildi tú savna kristin menniskju um hann, sum ikki ger mun á sínum børnum, og tú hevur tikið stig hesum viðvíkjandi. Tú hevur, har tú ert, roynt at bygt brúgv, samstundis sum tú hevur verið trúgvur, har tú ert.


Tað var tú, Svenning, sum saman við føroyskum trúboðarum týðliga vakti mín áhuga fyri útimissión. Sum smádrongur las eg í frílesing í skúlanum á Argjum Lívssøga David Livingstones. Søgan um henda merkisverka kappa, sum eisini møtti Manninum frá Nazaret, hevur sett seg í minni mítt.


Tú hevur vágað tað trupla at vísa virðing fyri jødunum og ávarað ímóti antisemitismu, og tú hevur eisini havt áhuga fyri landi teirra og rætti teirra til egið land. Øll fólk krevja okkara virðing, og øll hava rætt til síni marknaskjøl. Tú heitti í røðu, hildin ólavsøkudag í ár, at vit biðja fyri Ísrael, keypa vørur framleiddar í Ísrael og at vitja landið, og so leggur tú eitt ”men” afturat. Tú ynskir, at ”vit skulu kenna andans drátt til at bera teimum aftur tað, ið jødiska fólkið hevur givið okkum: Bíbliuna, við bæði Gamla- og Nýggja Testamenti við gleðiboðskapinum um Guds Messias, Jesus Kristus, sum kom í heimin at frelsa jødar, heidningar – og føroyingar.” Og so endar tú røðuna á tín egna sermerkta hátt: ”Latið okkum biðja fyri hesum, hugsa um hetta, liva í hesum og fremja tað í verki og við einum eyðmjúkum anda.” (Endurgivið av Vágaportalinum).


Eisini vil eg viðmerkja tað rætta, tit hjúnini eru komin til: At starva saman! Tað er hugaligt at síggja og hoyra tykkum saman. Hetta er eitt loyndarmál, tit hava funnið øðrum til íblásturs.


Góði Svenning! Hjartaliga tillukku við 70 ára degum! Tú ert ein kappi! Tú hevur hildið á trúboðanargerningin og tað í tíð og í ótíð! Mugu menn og kvinnur taka við fyridømi tínum og einfalt fylgja Meistaranum, eins og tú hevur roynt í lívi og tænastu.


Jesus fylgi tykkum báðum, Svenning og Birgit, og signi dagar tykkara á fold, og somuleiðis synum tykkara, Peturi, Marner og Dan!


Bergur D. Joensen