Dýrmett er minnið um farnan vin.
Ein blíð glæma frá setandi sól,
sum varliga og sorgblítt stavar á hjartað.
Nakað soleiðis tekur ein ameriskur yrkjari til. Og nú gamli vinmaðurin legði hesa seinastu illgongdu brekkuna aftur um seg og fór um sýn, hevur verið gott at fløva seg við tey góðu minnini, og tey eru mong. Stundum væta tey mær eygnakrókin, og javnan fáa tey meg at smírast.
Hesin lágvaksni maðurin úr Hovi. Høga pannu og svart hár. Strangligt yvirbragd. Altíð høviskur og siðiligur. Tann, ið kendi hann, visti, at hann var stuttligur sum fáur, tikin úr leikum sum frásøgumaður og segði stundum: ”Steiki …” Tí hann tók støðu til alt og hevði evnini at undrast.
Summi nøvn verða altíð nevnd við virðing. Skúlans fólk fara altíð at nevna Svenning Tausen við virðing.
Fólk, sum geva okkara máli ans og viðurkenna, hvussu nógva røkt, tað krevur, fara altíð at nevna Svenning við virðing, tí hann var ein av málsins bestu røktingarmonnum. Hann røkti okkara innastu sálarflógv við slíkum kærleika, at fáur fer at gera honum tað eftir.
Hann visti, at í tí býr tilvitskan og sanni mátturin í mentanini, og at tað hýsir allari okkara søgu og menning. Tí fór hann so væl um tað.
Hann visti, at barnið mátti fáa gott í beinið og stovnaði tí Bókadeildina saman við øðrum, so børn og ung skuldu sleppa at njóta og læra sítt egna móðurmál í góðum bókum.
Hann hevði eina málstevnu, sum eg haldi vera ta einastu røttu, og sum hevur verið við til at ment okkara mál so ómátaliga nógv hesa seinastu hálvu øldina. Eina málstevnu, sum hevur gjørt, at vit nú eiga størri orðafeingi enn nakrantíð og fleiri stílavbrigdi enn nakrantíð áður. Hann var ein teirra, ið skapti okkum valmøguleikarnar í fjølbroyttum og vøkrum málburði. Har var ongantíð nøkur avmarking, har vóru bara fleiri dyr latnar upp.
Tá ið eg fyri mongum árum síðan undirvísti í føroyskum á Føroya studentaskúla og fekk lýtaleysa uppgávu í hondina, gratt ikki, at Svenning hevði lært unga næmingin at skriva. Hann prógvaði, at til ber at læra øll at skriva føroyskt. At alt snýr seg um undirvísingina. Hann mundi vera ein tann besti føroysklærarin, skúlin hevur átt.
Men hann var so nógv meira enn bara ein málsins røktingarmaður. Hann var ein sjaldan vitandi maður, og kunnleiki hansara fevndi so víða. Hann vaks upp við bøi, fenaði og flogfenaði, hann hevði verið til skips, lært um jarðfrøði og gróður hjá Jóannesi Rasmussen, lært føroyskt hjá Tórarini Evensen, var politiskt og sosialt ógvuliga tilvitandi. Hann visti um ætt at siga og var fullur í góðum søgum. Tú kundi práta um alt við Svenning, og hann legði altíð aftrat tínum kunnleika.
Og hann var altíð til reiðar at dugna ein hond. Frá fyrsta degi, ið lunnar vórðu lagdir undir Sprotan, var hann tann, ið bøtti og stuðlaði, gav góð ráð og eggjaði til, og rættlas og rættaði kós. Altíð og ósvitaliga tann sami dyggi, holli vinurin. Hansara partur at gera Sprotan til forlag, verður ikki gjørdur honum eftir.
Hann brúkti alla ta tíð, ið kravdist, at rættlesa stóru donsku-føroysku orðabókina, hann totaðist við eitt stórverkið fyri og annað eftir, vísti okkum á veikleikar í tekstunum, og hvussu teir kundu verða bøttir. Ótroyttiliga arbeiddi hann. Stórverkið um Tjóðveldissøguna, sum Jákup Thorsteinsson læt úr honum, áðrenn hann doyði, var seinasta verk, ið Svenning rættlas fyri okkum.
Tað hava verið mangar hugnaligar løtur seinastu 20 árini saman við Amy og Svenningi – kaffismílur, prát, látur og góðar søgur.
Hetta trygga heimið, fult av kærleika og blíðskapi. Kærleika, ið heldur á, nú hann er farin, tó at saknurin verður stórur. Kærleika, sum verður eftir, hóast løturnar mangan munnu fara at vera tómligar hjá Amy.
Hann er farin, men kortini ikki longri burtur enn, at minnini um hann fara javnan at renna fram fyri okkum, tí eingin teinur og einki tíðarlop skerjir slíkt vinalag. Slóðin, hann hevur lagt eftir seg í minninum, er slóð, eg altíð fari at leita afturá.
----
Jonhard Mikkelsen