Sverra Ejdesgaard til minnis

f. 15. september 1925 - d. 30. juni 2006

Spillnakin verða vit fødd í heimin, og tá ið vit doyggja, standa vit øll spillnakin framman fyri Gudi. Sálin kemur ekkamóð av drúgvari ferð og stendur frammanfyri tí guddómiliga, og uttan mun til hvat mannabørn hugsa, so er tað Gud, sum tekur í móti aftaná deyðan og tað er hann sum bjóðar okkum nýggja lívið, lívið, sum vit enn ikki kenna annað til, enn at tað er eitt gleðislív uttan enda.
                      Hesir tankar renna fram fyri meg nú, seinasti av brøðrunum á Marknagili er farin. Hetta er ein samandráttur av øllum tí eg trúgvi upp á. Hetta er mín kristna trúgv.
Marknagil í Oyndarfirði sum bústað bygdi abbi mín Jústinus, sum eg, sum tann einasti í stóru familjuni, eri uppkallaður eftir. Tey hildu navnið vera so ljótt, havi eg fingið fortalt seinni, tað gongur væl ann allíkavæl havi eg erfarið seinastu 48 árini.
                      Eg havi átt fýra pápabeiggjar og ein pápa og hetta vóru dreingirnir á Marknagili. Allir hava havt týdning fyri meg, øllum havi eg fingið kærleika frá og allar havi eg elskað.  Pápi var yngstur í stóra systkinnaflokkinum, tey søgdu, at hann var eitt sindur forkelaður millum systkinni og serliga millum systrarnar, sum enn eru á lívi. Tey fingu sjey børn, omma og abbi á Marknagili Jústinus og Magnina Ejdesgaard, fimm dreingir og tvær gentir. Nú eru bara gentirnar eftir.
Fastur mín Brynhild er aldurspresidentur í familjuni. Hon fór niður sum heilt ung í 1938, áðrenn Hitler legði heimin í oyði, búsettist í Esbjerg, og har hon seinni giftist við Sand Kirk og teirra familja hevur tí røturnar í Esbjerg. Hon fer, um Gud vil, at halda sín 90 ára føðingardag seinast í august. Hon er ein myndug madamma og tiltikin fyri gestablídni millum føroyingar, sum hava vitjað í Esbjerg. Fyri meg er hon føroyski skansin, hugsi eg um Danmark, eg hugsi neyvan um hetta land, uttan fastur á ein ella annan hátt kemur inn í myndina. Hon tók hjartaliga í móti mær, tá íð eg kom niður á fyrsta sinni í 1974 á skúla og hon setir enn hjartaliga á borðið í Peder Gydesvej nr. 57 og hevur júst fingið stovuna málaða, 89 ára gomul. Hon er ein knarkur at ferðast og hevur verið heima í Føroyum á hvørjum ári og onkuntíð fleiri ferðir seinastu 30 árini. Hon er nú á veg heim umboðr á Norrønu saman við seinasta beiggja sínum á hansara seinastu ferð.
Aðalbjørg býr í Oyndarfirði, hon er nú 83 ára gomul og hon og maðurin Sigurd á Gutta búgva enn í heimi teirra undir Kropnasteini. Fyri meg er tað eitt satt fornøjilsi at sita og práta við hana, tá ið vit hittast. Hon er behagilig, fornuftig, hevur gott minni, er áhugað, minnist okkara føðingardagar, ger vart við seg og er stuttlig. Og so hevur hon hesi vælsignaðu evnini at kunna skifta í millum ta glaða og tað álvarsama, so brádliga, at tú valla varnast skiftið. Hon livir við kensluliga í prátinum. Eg eri so heppin at eiga tvær fastrar, sum hava rokkið ellisárum við fullum skili, og tær hava nógv størri týdning fyri meg enn tær ána sjálvar.
                      Fimm brøður vuksu upp á Marknagili og ymist vóru lagnurnar teimum spunnar. Teir vóru eisini fimm rættuliga ymiskir brøður, Guð havi lov fyri tað, tað hevði verið keðiligt, um øll vóru eins. Eg spyrji meg sjálvan hvat teir høvdu til felags. Og tá íð hesin tankin rennir fram fyri meg, so dagar ein yvirskrift fram fyri meg og hendan yvirskriftin skal innihalda okkurt við stuttleika ella skemti. Teir høvdu allir sum ein brøðurnir eginleikan at síggja tað stuttliga í lívinum.
Fremstur at síggja tað stuttliga var nú einaferð Petur, farbróður. Hann hevði eina so lætta tilgongd til lívið, at viðhvørt fór hann yvirum, og hann kundi enntá tyngja onnur við sínum stuttleika. Hann dugdi ikki so væl at skyna í millum hvat var passaligt og hvat var ov nógv. Duld sálarlig pína tók hann av fótum ferð eftir ferð og ongin sálarlig hjálp var at heinta. Í dag hevði heilivágur gjørt hann heilt normalan. Hann var dømdur av samfelagnum til at liva normalur og var ikki normalur, tað er vanlagna. Sálarliga sjúku tosaði tú ikki um í Oyndarfirði ella í øðrum bygdum fyri 30 árum síðani, fyrr enn spennitroyggjan gjørdist neyðug, og læknabáturin Medicus kom undan Nestanga. Allar aðrar mildari gradir av sinnisjúku vórðu roknaðar sum tvætl og ager. Far og arbeið! var lekiorðið. Petur átti kærleikan í ovurmát inni í sær, tá íð sálarørksan ikki spenti bein og hesin er sambært Paulus størstur av øllum. Góður var hann við meg, og tað er tað eg minnist hann fyri, nú hann hevur ligið steindeyður í kirkjugarðinum í Oyndarfirði millum skyldkonurnar Jonu Klein og Ellu á Breyt seinastu 26 árini. Tær høvdu báðar týdning fyri hann, vóru góðar við hann og skiltu hann. Sálin fór sjúk beinanleið spillnakin heim til tann góða Gud, og har gjørdist hon í stundini frísk av øllum kærleikanum henni møtti, hon hevur tað nú gott saman við øllum hinum. Tað er mín kristna trúgv.
                      Erling var eisini ein humoristur og hansara lætta lyndið smittaði rættuliga av, tær fáu ferðirnar hann vitjaði heimbygdina aftur, meðan eg var smádrongur og vaks upp. Hann baldist alt sítt vaksna lív á Tvøroyri, har hann var lærari, kirkjutænari, kommunalpolitikkari, traðarmaður og flotaði bát eisini. Hann dugdi væl at síggja tað stuttliga í lívinum, og tey, sum kendu hann betri enn eg siga, at hann hevði bæði tað stuttliga og tað álvarsliga í sær. Soleiðis er tað væl hjá øllum. Og tú nýtist ikki júst at vera sálarfrøðingur av Carl Gustav Jung´sa formati fyri at tosa um skuggar.
                      Sverri, sum nú liggur undir børu, sum tann seinasti av brøðrunum, var eisini humoristur. Og hann var kanska tann mest samansetti av øllum brøðrunum. Ljósa síðan kundi skína í øllum sinum veldi og so kom skíggin og køvdi alt og legði eitt tungsinnisdám yvir lívið. Men tað kláraði í aftur, og so var hann aftur á fótum við fýrfaldaðari megi. Ongin av hinum brøðrunum var so nógv antin ella sum Sverri. Antin tímdi hann at tosa við teg ella tímdi hann ikki, antin var hann við ella var hann í móti, og hann gjørdi einki fyri at fjala sína støðu.
                      Pápi dugdi eisini at sita undir orðinum og honum dámdi eisini tann stuttliga og lætta partin av lívinum. Hann var tó ógvuliga følandi maður, hugsaði djúpt og tað var stutt frá látri til grát, serliga tey seinastu árini.
                      Ongin dugdi so væl at fjala sína stuttligu og skemtiligu siðu sum Andrias. Tað hevði eisini nakað við hansara útsjónd at gera. Hann hevði ikki sama sjarmerandi smilið sum Erling, Petur, pápi og Sverri eisini, tá íð góða lagið var á honum. Andrias sá álvarsligur út. Skoða tó ikki hundin á hárinum. Andriast var ein serdeilis skemtiligur maður, traff tú hann ta røttu løtuna, og tær løturnar blivu nógvar tey seinastu mongu árini, tá hann fekk sær fyri at ringja til mín, tá hann var í góðum lag, hetta helt fram til ein blóðtøppur typti telefonina á Bumshamri fyri honum, nøkur ár áðrenn hann doyði.
                      Sverri stendur undir børu, nú hesar reglur verða skrivaðar. Hann er á veg til Føroyar við okkara flaggskipi Norrønu. Hann liggur niðurkøldur, deyður í kistuni. Seinasta ferðin gongur eisini fyri seg umborð á einum skipi. Hann hevur siglt manga ferðina kring allan heim og hevur havt ábyrgd. Nú eru tað aðrir í stýra. Tað er støvið, sum liggur í kistuni. Sálin er áveg heim í tann stað, har ongin gongumaður enn er vendur aftur, nýta vit orðini úr sjónleikinum Hamlet hjá Shakespeare.
                      Sverri sigldi við trolara sínu ungu ár. Við Dragabergi og við Kallsevni. Hann var dugnaligur og dugdi at fáa góðar tjansir. Seinni fór hann út í heim. Fór á stýrimansskúla og sigldi úti sum stýrimaður í mong ár. Hann sigldi hjá DFDS og í mong ár sigldi hann eisini við livandi seyði og neytum úr Australiu og til londini við Persiskagolfin. Tað var ein øgiligur luktur at sigla við einum flótandi fjósi í tropiskum hita, plagdi hann at siga frá. Har varð sópað fleiri ferðir um dagin. Tað reiðaríið kallaðist Clausen. Áðrenn hann legðist uppi á landi sigldi hann í strandfarasigling í Danmark.
                      Sverri er deyður, og næsta stigið hjá honum verður, áðrenn hann slær seg leysan í ævileikanum, at standa andlit til andslit við tann góða Gud. Og Sverri kemur ikki óbrúktur heim til Harran. Hann hevur eitt langt livað lív at sýna fram og sambært okkara kristnu trúgv, so leggur Paulus alt stóran dent á, at vit hava ikki gjørt okkum fortjent til nakað sum helst. Alt er av náði.
                      Eitt langt livað lív, ikki bara eitt langt lív, er at enda komið. Talentirnir hava verið í umfari, onkuntíð eru teir vaksnir í tali, og aðra tíðir hevur verið tómligari í kassanum.  Tað hevur verið viðgongd og mótgong síðan hann lærdi at grulva á Marknagili fyri skjótt 80 árum síðani. Stórir sigrar og djúp vónbrot. Vill forelskilsi, terandi hjartasorg, niður á botn og uppaftur. Soleiðis var lívið hjá Sverra, soleiðis hevur lívið verið hjá mongum av okkum og uttanmun til hvussu vit hava livað, so standa vit eins nakin frammanfyri Gudi á gáttini til ævinleikan, og har alt er av náði og ongum øðrum.
                      Alt av náði. Er so líkamikið hvussu vit liva her niðri? Ikki sambært Jesusi. Hann áleggur okkum at elska næstan sum okkum sjálvi. Hetta forútsetir, at skulu vit elska næstan, so mugu vit fyrst og fremst elska okkum sjálvi. Havi eg lítla virðing fyri mær sjálvum, vil eg ikki kennast við meg sjálvan, so eigi eg lítlan kærleika til onnur og so eri eg ikki við at gera henda heimin til eitt betri stað fyri meg og míni medmenniskju. Hetta er ein djúp andsøgn til okkara heimligu undirbrotligheit. Og hví skulu vit elska? Kenda halga andsmenni Mester Eckhart, sum livdi í Thuringen í eystara parti av Týsklandi og var føddur í 1260, hevur eitt boð og hevur sagt hesi orðini:
                      Gud er kærlighed: Den kærlighed man giver rummer ikke to, men én og enhed, og når jeg elsker er jeg mere Gud, end jeg er mig selv.
                      Fred: Såvidt du er nået med Gud, så vidt har du fundet fred, så fjernt du er fra Gud, så langt er du fra freden. Blot noget er i Gud, har det fred. Det hviler i freden, for så vidt det er i Gud. Og du ved hvor vidt du er i Gud eller ej, ved den grad af fred du har. Og hvor du mangler freden, må den nødvendigvis mangle, for mangel på fred stammer fra skabningen og ikke fra Gud.
                      Tillukku við æviga lívinum Sverri og takk fyri tað livda her á foldum. Nú tosar tú ikki meira um aldur.  Ongi børn sita eftir teg, heldur ongin kona í sorg, men vit vera tó nøkur av tínum nærmastu og kanska onkur annar við, sum saman við systrum tínum fara at fylgja tær týsdagin, tá ið tú verður lagdur í mold í heimbygd tíni í Oyndarfirði, og tá fara vit í ervinum at tosa um teg og um minnir í samband við teg. Kanska tú sendir okkum ein flógvan tanka hagani upp í tí ókenda og deiliga, heilt kgniður til okkum, sum eru ávegis til tann ævigt grundaða staðin, har tú nú forvitin hyggur teg í kring. Heilsa har uppi.
 
Jústinus Leivsson Eidesgaard