P/F Føroya Fiskavirking hevði aðalfund hósdagin 25. juni. Roknskapurin fyri 1997 varð lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar. Felagið hevði í 1997 eitt hall uppá góðar 5,6 mill. kr. Eitt úrslit, sum nevndin sjálv-andi ikki er nøgd við, men sum skal síggjast í ljósinum av tí stóru umlegging og tillaging, sum er farin fram í rakstri felagsins í 1997. Felagið varð endurskipað í mars 1997. Ein nærri útgreining av rakstrinum síðan hesa umskipan er at finna í ársfrágreiðingini fyri 1997.
Í ætlanunum fyri 1998 verður roknað við einum minni rakstraravlopi .Um einki óvæntað skuldi borið á, bendir gongdin á, tað ið er farið av árinum, at hetta fer at halda.
Sverri Hansen tók ikki við afturvali til nevndina og valdi aðalfundurin Sofus Poulsen, stjóra, fyri hann. Teir, ið sita í nevndini eru: Símun Mittún, Petur Even Djurhuus, Bergur í Garði og Sofus Poulsen. Nevndin hevur skipað seg við Bergi í Garði sum formanni og Símuni Mittún sum næstformanni.