Nú tað stundar til ólavsøku, kundi verið nevnt í sambandi við føðingardagin hjá Sverra, at Sverri í heili 51 ár var ein býarmynd á ólavsøku. Tað var hann, sum á rossabaki við merkinum í húnarhátt á ólavsøku leiddi skrúðgonguna við ítróttarfólki oman eftir Niels Finsens gøtu og inn á Tinghúsvøllin. Sverri bar merkið á ólavsøku frá 1947 til og við 1997.
Sverri er føddur í 1923 og vaks upp í reyðu húsunum í Gundadali beint yvir av Hvíldarheiminum. Barnaheimið hjá Sverra var einasta húsið í Gundadali tá - tað lá mestsum uppi í haganum, tí hagaportrið var niðri við Viðarlundina.
Familjan hjá Sverra, og serliga pápin Trónd Hansen, komu tí at hava eitt serligt tilknýti til fótbóltsvøllin í Gundadali, sum fyrstu ferð varð tikin í nýtslu í 1911. Barndómsheimið hjá Sverra var tá einasti grannin til fótbóltsvøllin.
Vit, sum eru eitt sindur yngri, kenna serliga Sverra sum fótbóltsmann og reiðmann. Sum fótbóltsmaður kom Sverri at hava nært tilknýti til fótbóltsvøllin og B36. Vit minnast Sverra sunnumorgun kálka fótbóltsvøllin, sum mangan fleyt í vatni. Tá vóru eingir graslíkisvøllir komnir til landið.
Sverri var stjórnarlimur í ÍSF 1962-63 og 1964-77. Hann var nevndarlimur í fótbóltsdeild ÍSF's 1977-1987. Og nógvar tímar og dagar hevur Sverri nýtt í ÍSF-húsinum og sum ferðaleiðari við ymiskum landsliðum. Árini 1956-72 var Sverri eisini nevndarlimur í B36 og var um sama mundi tvey ár nevdnarlimur í Havnar Svimjifelag.
Sverri er eisini reiðmaður við stóra R. Hann hevur havt ross síðan barnaárini, og tað er framvegis ein vøkur sjón at síggja Sverra geva rossinum í túninum. Hann var altíð so spentur til uppgávuna á ólavsøku. Hesturin skuldi vaskast, striklast og vera væl fyri - ja, Sverri gekk høgt uppí, at hesturin var reinur og nossligur á ólavsøku.
Í 1964 og 1965 var hann formaður í Føroya Ríðingarfelag og var nevndarlimur í felagnum frá 1945 til 1966.
Vit minnast eisini spennadi løturnar, tá Sverri reið kapp, fyrst úti við Krossin í Havnardali og seinni í Marknagili. Sverri og ryssan Hálla settu altíð sín dám á kappríðingina.
Sverri er uppvaksin í Havn, og hann veit nógv um staðarnøvn í Havn og í Suðurstreymoy. Hetta hevur hann undirhildið okkum onnur við í útvarpssending og ikki minst í føðingardøgum og veitslum.
Sverri arbeiddi eitt langt lív sum tekniskur teknari millum annað hjá Byggifelagnum Waagstein og hjá Tórshavnar kommunu. Hann er giftur Onnu, sum er úr Miðvági, og tey eiga børnini Heina, sum býr í Danmark, og Stephaniu, sum býr í Gundadali.
Sverri sæst ikki longur á hestbaki, men seinnapartarnar fer hann oman í Havnina. Leiðin gongur oman í Undirhúsið, har hann eins og onnur, ið har koma, hava nógv at siga frá.
Sverri heldur 80 ára føðingardagin í heiminum í Gundadali leygardagin 12. juli.