Í nýggja tingsalinum eru sett upp upptøkutól, og í framtíðini fer Sjónvarp Føroya eisini at senda myndir frá tingfundinum.
? Ætlanin er at hava tvey myndatól, sum skifta automatiskt millum røðarapallin og salin, sigur Jón Heðin Tróndheim, tekniskur leiðari í Sjónvarpi Føroya.
Hann sigur tó, at endaliga er ikki avrátt, hvussu hetta verður lagt til rættis. Eisini er tað ein spurningur um pengar, nær sjónarpið er klárt at senda myndirnar, útgerðin í tinghúsinum er sett upp, men enn vantar útgerðin, sum skal fáa myndirnar úr tinginum niðan í sjónvarpið.
Jón Heðin Tróndheim væntar, at skipan verður klár einaferð í komandi ári.