Sviar duga

Hóast tekin eru um, at heimsbúskapurin er við at fóta sær eftir altjóða búskaparkreppuna, so er tað framvegis stúran, ið eyðkennir fráboðanir frá serfrøðingum. Í Svøríki hava tey tó funnið fram til okkurt sum riggar.

Í teimum framkomnu búskapunum um okkara leiðir er vøksturin lágur, og útlitini fyri komandi ár eru ikki serliga góð heldur. Nevndir og arbeiðsbólkar í hópatali verða sett fyri at gera vakstrarætlanir, soleiðis at komast kann burtur úr hesi stillstøðuni. Men hjá okkara svensku grannum sær ikki út til at vera orsøk til at stúra. Í 4.kv. í 2010 var vøksturin 7,3 í Svøríki. Svenskarar liggja tí heilt í topp í OECD høpi og eru at finna millum lond sum Kina. Onnur norðurlond hava tøl, ið liggja so langt niðan fyri svensku tølini, at tað tolir onga samanbering.

Tað kann tí ikki undra, at yvirskriftir sum ?svenskur undurvøkstur? ella ?svenska loysnin? eru at finna í fjølmiðlunum. Tað, sum serfrøðingar so kjakast um í hesum døgum er, hvat tað er svenskarar duga, sum onnur norðurlond og framkomin lond annars ikki síggja út til at finna út av.

Metingar frá serfrøðini um uppskriftina til svensku framgongdina eru samansettar. Eitt er, at í Svøríki verður ikki fastur kurspolitikkur førdur í mun til euroina. Tað verður mett at hava haft positivan týdning í 2010, har euroin hevur verið í kreppu. Men aðrar orsøkir eru, at gongd er aftur komin á útflutning av bilum í Svøríki, og ikki minst at skil er á almennu útreiðslunum. Í Svøríki hevur undirskotið á fíggjarlógini undir búskaparkreppuni ongantíð verið størri enn 0,9 % av BTÚ.