Sum nevnt omanfyri, so er Per Olov Andersson einans 35 ára gamal, men hóast henda fyri ein fótbóltsvenjara unga aldur, so er talan um ein mann við drúgvum royndum.
Seinastu 10 árini hevur hann verið venjari í 1. og 2. deild í ávíkavist Noreg, Svøríki og Grikkalandi, so tann praktiski parturin skuldi verið í lagi.
Innan fyri ástøðiliga partin kann nevnast, at Per Olov heur prógv á ítróttargymnasiinum í Norrkøping, har hann hevur lisið innan ítróttarvenjing og ?sálarfrøði. Nú skal eg ikki siga, at B36 nýtist ein sálarfrøðing, men í ávísum dystum tykist tað soleiðis, at leikararnir hava eitt kompleks av onkrum slag.
Fótbóltsavlamningur
Orsøkin til, at Per Olov er vorðin venjari á so ungum árum, er, at hann rættuliga tíðliga í síni yrkisleið fekk ein somikið álvarsligan skaða, at hann noyddist at gevast við fótbóltinum.
Hann hevði annars longu tá staðfest, at hann var ein sera evnaríkur ungur leikari, og m.a. hevur hann leikt við ymiskum svenskum ungdómslandsliðum, umframt at hann hevur leikt í fremstu deildunum í Noreg og Svøríki.
Góðan hóp
Í B36 vænta teir sær nógv av nýggja venjaranum, sum eftir teirra tykki er rætti maðurin at føra liðið inn í komandi øld. Samband var annars við aðrar venjarar, bæði úr Føroyum og uttanlands, men at enda fall valið so á Per Olov.
Eftir leiðslunnar meting, fær nýggi venjarin eisini ein rættuliga góðan hóp at arbeiða við, tá hann 1. februar í komandi ári fer undir venjingina.
B36 hevur sum er ongar ætlanir um at dyrgja eftir fleiri leikarum, umframt tað, sum longu hevur verið frammi í fjølmiðlunum, men verður tað so, at Jens Kristian Hansen, sum er umrøddur aðrastaðni í blaðnum, fer av landinum, verður helst leita eftir styrki úr antin øðrum føroyskum ella útlendskum felag.