Svikaligir sjúklingar

Jens M. Dalsgaard
----

Okkara heilsumálaráðharri er vónsvikin. Føringar fáa sær sjúkur, luxus sjúkur, sum ikki kunnu behandlast á Klaks­víkar sjúkahúsi. Patient­arnir svíkja – mugu tí send­ast til Danmarkar, tað er alt for dýrt proklamerar mála­ráðharrin.
Ein patientur á Ríkis­hospitalinun skapar sjálvandi onki arbeiði í Klaksvík og tað er ein hóttan. Endamálið við okkara heilspolitikki er sjálvandi ikki heilsan hjá fólki, men heilsan hjá okkara sjúku húsun og hvørki Klaksvík (okk­ara sjálvútnevndi fiski­vinn­uhøvuðsstaður) ella Tvør­oyri kann liva uttan eitt sjúkt hús.
Tí ræður sjálvandi um at gera tað so tvørligt fyri fólk at fara uttanlands sum gjør­ligt. Vit hava til dømis onga avtalu við tað donsku sjúka­tryggingina. Her eru grøn­lendingar mikið smart­­ari, teir hava danskt cpr-nummar og avtalu við donsku sjúkatryggingina, so teir spasera beint inn í systemið, men snakka sjálv­andi óført um sjálvstýri. Men vit staklarnir, fÆringer, skulu ikki inn í nakað danskt system, tað er langt undir okk­ara verdigheit sum ser­støk tjóð.
Tað er ein faldari fyri patientar sum fara uttan­lands www.hmr.fo/get.file . Fyri at vit ikki skulu gloyma okkara serstøku tjóðareykenni með­an vit eru uttalands, er leið­beinginin fylt við national­romatiskun bíløtun av tjøldr­um, seyði og gomlun bygda­húsum. Brochuran sigur onki um rættarstøðuna hjá patientunun, tað er irrele­vant.
Hinvegin leggur bro­churan stóran dent á, hvussu man skal fáa medicin úr Førjun:
”Sjúklingar, ið fara uttan­lands, skulu sum megin reglu taka heilivág við til teir dagarnar, teir eru uttanlands. Sjúklingar sum hava tørv á heilivági meðan teir er staddir í Danmark, kunnu fáa heilivág úr Føroyum og letur Heilsutrygd stuðul, eins og tá keypt verður í Føroyum. Sjúk­lingar í Danmark skulu seta seg í samband við danskan ella føroyskan lækna og biðja um at fáa sent resept til føroyskt apotek til avgreiðslu .Viðmerkjast skal, hvagar heili vágurin skal sendast .Heilsutrygd ber út reiðslurnar í sam­bandi við flutningsgjald av tilskotsheimilaðum heili­vági til sjúklingar, sum eru uttan­lands. Fylgjarar bera sjálvir útreiðslurnar í sambandi við frakt av heilivági. ”
Eftir hesum, so ber ikki til at fara inn á eitt danskt apotek við eini recept, men hon skal sendast til Førjar, sum so sendir medicini, sum helst er sent úr Danmark, úr Førjun til Danmarkar. Ein burðardygg loysn.
Jú, sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, tað skal vera ópraktiskt at vera føringur.