Svimja um Nólsoyarfjørð á Ovastevnu

Sum vant verður svomið um Nólsoyarfjørð annað vikuskiftið eftir ólavsøku. Hetta fyri at stuðla einum svimjihyli í Nólsoy

Hetta er 12. árið á rað at skipað verður fyri stuðulssvimjing úr Havn til Nólsoy, har endamálið er at savna inn pening til ein svimjihyl í Nólsoy. Í mun til undanfarin ár, er kappingin í ár nakað øðrvísi enn vanligt.

Vanligi teinurin á 4000 metrar verður sjálvsagt. Luttakararnir leypa á bláman yviri við Strond við Stóradam og málið er heiðursportrið á keiini í Nólsoy. Hinir teinurin telur 1000 metrar. Luttakararnir her leypa á sjógv frá einum báti, sum liggur út fyri bygdina, og síðani verður svomið inn har málið er tað sama, sum hjá teimum, ið svimja 4000 metrar.

Er tað soleiðis, at svimjarin kemur á land aðrastaðni, er neyðugt hjá teimum at renna síðsta strekkið til heiðursportrið.

Fyrireikararnir siga, at samarittar eru við ferðini um fjørðin, og at nólsoyingar taka í móti og hjálpa svimjarunum, tá koið er upp á land har.