Føroysku svimjararnir svumu seg til íalt níggju heiðursmerkir í einstaklingagreinunum og eitt heiðursmerki í liðkappingunum. Kristina í Skála vann fimm gull og eina bronsu í bólkinum 13-14 ár. Erling Erlendsson vann eina silvur í bólkinum 11-12 ár. Í bólkinum 15-16 ár vann Jónas Lindenskov Schiller tvær bronsur, Ronja Ró í Dímun eina silvur og Niklas Jógvan Arge eina bronsu.
Í liðkappingini í bólkinum 15 ár og eldri vann HS-liðið hjá kvinnum bronsu í 4x50 m frí og settu føroyskt met. Á liðnum svumu Bjørg Ólavsdóttir, Ronja Ró í Dímun, Maria Suma Poulsen og Kristina í Skála.
Høvuðsvenjari er grikkin Panagiotis Christou, sum í hesum døgum er ein av landsliðsvenjarunum við Oyggjaleikirnar á Gibraltar. Venjari á ferðini var Rúna í Skála.
##med2##