Nú leygardagin 9. januar verður serligt svimjitiltak í Sørvági, har umboð hjá Svimjisambandi Føroya fara at greiða frá um svimjing og at skipa fyri ymiskum tiltøkum í svimjihylinum. Tiltakið er ókeypis og fyri øll.
Endamálið er at økja um svimjiáhugan, og tiltakið er ætlað børnum í triðja flokki og eldri. Støðið í frálæru verður lagt eftir støði hjá svimjarunum.
Seinnapartin verður so skipað eina svimjikapping millum børnini, og verða kappingar aftur her skipaðar so øll kunnu vera við.