Eftir at stóra umbyggingin av Klaksvíkar Svimjihøll var liðug, kunnu starvsfólkini nú við gleði ásanna, at henda íløgan ? serliga tann nýggja økan - var hent. Síðani høllin lat upp av nýggjum hevur eitt metstórt tal av fólki vitjað svimjihøllina, og hetta fær nú leiðsluna til at víðka um tilboðið hjá teimum ídnu svimjarunum í Norðoyggjum.
Fyrsta broytingin er, at nú er opið bæði fyri vaksnum og børnum eftir kl. 18 og at høllin verður opin ein tíma longur sunnudagar. Fyrr varð stongd kl. 16, men nú er hetta broytt til kl. 17.
Seinasta vetur var serstøk svimjing fyri kvinnur. Hetta tiltakið eydnaðist eisini so mikið væl, at tað verður endurtikið hvørt mánakvøld í vetur.
Hinvegin kann staðfestast, at minni og minni undirtøka hevur verið fyri at svimja tíðliga mikumorgun.
- Hóast vitjunartalið er lágt mikumorgun, hava vit valt at geva hesum ein møguleika aftrat. Tað er hóast alt mong, sum gleðast um henda møguleikan, verður sagt.