Svimjihøllin stongd í mánaðir


 

Klaksvík: Tá umvælingarnar av svimjihøllini í Klaksvík væntandi byrja síðst í hesum mánaðinum, verður høllin stongd. Og klaksvíkingar mugu klára seg uttan svimjihøll í longri tíð, tí umvælingarnar eru umfatandi, og tað ganga fleiri mánaðir, áðrenn svimjihøllin kann lata uppaftur.

Tvey tilboð eru latin til umvælingararbeiðið, og nú skal umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu kanna hesi tilboð og gera avtalu við tað felagið, sum skal umvæla høllina.

Tá hetta er klárt, verður beinanvegin farið undir arbeiðið. Enn er dagur ikki settur á, nær svimjihøllin letur aftur.