Svimjihylur og barnaansing er valagnið

Á politiskum fundi í Glyvra skúla hóskvøldið kom fram, at fólk vilja hava svimjihyl, barnaansing og nýggjan skúla. Merkiliga fá av valevnunum høvdu nakrar hugsanir um vinnulívið í kommununi



Kommunuval


Glyvrar: Fólk í Runavíkar Kommunu kunnu vænta sær svimjihyl ella -høll komandi valskeið. Og tey fáa ein nýggjan, størri barnagarð. Eisini er væntandi, at fleiri teirra, sum koma í nýggja býráðið, fara at arbeiða fyri betri skúlavirðurskiftum í kommununi. Í hvussu er var tað hetta, tey flestu valevnini, sum høvdu orðið á politiska valfundinum á Glyvrum hóskvøldið, søgdu seg vilja arbeiða fyri.

Sjáldsama lítið varð tosað um vinnuna og serliga havnarlagið sum so. Og tað sum kanska var enn løgnari, var, at onkur framløga var, sum væl kundi skiljast soleiðis, at viðkomandi helt, at nú var nokk gjørt við havnarlagi í hesum umfarinum. Nevnt varð eisini, at um ætlaða havnarútbyggingin, kommunan í løtuni arbeiðir við, varður gjøgnumførd, verður eingin íløguætlan eftir til nakað annað komandi tvey árini. Og tað dámdi ikki øllum fundarluttakarunum. Tí tað tóktist fólki átroðkandi at fáa svimjihøll.

Hjá tí, sum kom koyrandi út eftir Glyvrum hóskvøldið, var eingin ivi um, at okkurt serligt var í skúlanum. Bilarnir stóðu í tøttum rað fram við vegnum innalaga av Glyvrum og út móti Kyepssamtøkuni. Og allastaðni, har pláss var við síðuna av vegnum, var fult. Nógv fólk var á gongd, og øll skundaðu sær móti skúlanum hetta góðveðurskvøldið. Jú áhugin fyri tí, komandi kommunalpolitikararnir høvdu upp á hjarta, tóktist stórur.

Og fimleikarhøllin var eisini full av fólki. Nakað av fólki stóð í durunum, og hóast orðstýrarin royndi at stúva sum frægast inni í høllini, legðist bara til í gongini.

Men fundurin var tamur. Einki rætiligt sprell, og eingin sum sat og svaraði til, sum onkuntíð plagdi at vra í gomlum døgum, so áskoðararnir fingu eitt bíligt skemt burturúr.

Valevnini komu kropp á kropp upp til mikrofonina. Tey høvdu fingið tillutað tveir minuttir í part, og 23 vóru tey í tali.

Eins og í salinum vóru mest menn, tó at kvinnurnar royndu at markera seg og siga frá, at hesaferð væntaðu tær, at líka nógvar kvinnur sum menn komu í býráðið.

Men málini vóru tey somu, sum umrødd vórðu. Barnaansing, eldrarøkt, skúli og svimjihylur. Onkur var, sum nevndi okkurt smávegis um havnarlag, og okkurt hendinga pipp kom úr Rituvík um vatnveiting. Mn undrunarvert var kortini, so lítið tosað varð um vinnuna, sum annars er nógv í kommununi.

Hinvegin varð fýlst á, at tað var sera dýrt at seta búgv í kommununi, og at barnafrádrátturin var ov lágur. Hetta vilja summi valevni broyta í komandi skeiði.

Eyðkent var, at teir býráðslimir, sum stilla uppaftur, vildu verja tað, gjørt er, meðan onnur hildu, at ov nógvir pengar vóru brúktir óneyðugt. Men øll tóktust samd um, at býurin er fríðkaður nógv seinnu tíðina.

Skúlin var væl umrøddur, tá áhoyrararnir fingu høvi at taka orðið. Og líkt er til, at fólk í kommununi eru samd um, at tað er óheppið við fleiri smærri skúlum, tí tað er alt ov nógvur flutningur av børnunum. Fólk hildu tað vera tryggari at hava børnini savnað í einum stórum meginskúla.

Sum heild var fundurin rættiliga tamur. Fólk vóru komin at lurta og tóktust ikki hava tann heilt stóra áhugan í at kjakast við valevnini.

Tað tóktist, sum fólk í Runavíkar Kommunu hava sligið seg til tols við, at komandi býráðið fer at gera teimum, svimjihyl, barnagarð og helst ein nýggjan skúla.