Svimjihylurin: Høvuðsstaðurin er upplagdur

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn, sigur við Rás2, at høvuðsstaðurin er upplagdur at hýsa einum 50 metra kappingarhyli. Hugsar tú um rakstur av hylinum, er Tórshavn helst besta boðið, sambært Jógvani Arge.

- Tað er áhugavert, at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum, hevur sagt, at svimjihylurin skal raðfestast høgt. Tórshavnar kommuna hevur verið áhuga at bygt ein slíkan hyl leingi, og tí er hugsandi, at Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið samstarva í hesum málinum, sigur Jógvan Arge.

Kjakið um ein 50 metra kappingarhyl var fyri fyrstu ferð tikið til umrøðu í 2008. Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, segði við Sosialin fyri tveimum árum síðan, at ætlanin hevur verið at bygt ein 50 metra svimjihyl í nøkur ár.

Jógvan Arge dugir ikki at siga, nær ein slíkur hylur verður tikin í nýtslu.

- Tað velst um, hvussu málið tekur seg upp, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn.