Svimjikapping á Vágni leygardagin

Leygardagin verður svimjikapping á sjónum í Klaksvík í sambandi við Sjómannadagin. Tað er svimjifelagið í Klaksvík, Ægir, sum skipar fyri svimjikapping tvørtur um Vágna, sum verður klokkan 15:25.

 

Kappast verður í bólkum:

Menn, Kvinnur (25 ár og eldri)

Dreingir og Gentur (undir 25 ár)

 

Fyrireikararnir siga, at heiðursmerkir verða givin, og at tilmelding er hjá Ægir á tlf. 263376 (Rannvá) ella 273200 (Símun).