Svimjilandsliðið er úttikið

Svimjing: Sunnudagin varð føroyska bruttolandsliðið úttikið, eftir at Grand Prix-kappingin í Suðuroy var lokin. Føroyska svimjilandsliðið sær soleiðis út:

Dreingir, seniorar:

Heini Rasmussen, Havnar Svimjifelag - Kristian Martin Joensen, Havnar Svimjifelag - Dia Jacobsen, Havnar Svimjifelag - Ingi Andreassen,Havnar Svimjifelag


Dreingir, juniorar:

Bogi Lenvig, Havnar Svimjifelag - Kristoffur Hentze, Havnar Svimjifelag - Andrass Thomsen, Havnar Svimjifelag - Heini Harryson, Havnar Svimjifelag


Gentur, seniorar:

Maiken Petersen, Havnar Svimjifelag - Karina Eliasen, Fuglafjarðar Svimjifelag - Benthe S. Andersen, Tvøroyrar Svimjifelag - Rannvá Jacobsen, Havnar Svimjifelag - Katrin Sørensen, Havnar Svimjifelag


Gentur, juniorar:

Karin Gaardlykke, Havnar Svimjifelag - Shaila Millum Garðarnar, Tvøroyrar Svimjifelag


Fyrsta avbjóðingin hjá landsliðnum verður norðurlendska juniormeistarakappingin tann 12. og 13. desember í Aalborg. Til hesa kappingina eru hesir svimjararnir tiknir út:


Dreingir, juniorar:

Bogi Lenvig, 400 frí og 1500 frí - Kristoffur Hentze, 50 frí, 100 frí og 200 frí - Andrass Thomsen, 200 frí og 400 frí - Heini Harryson, 50 frí, 100 frí og 200 rygg


Gentur, juniorar:

Karin Gaardlykke, 100 frí, 200 frí og 400 frí - Shaila M. Garðarnar, 50 frí, 100 frí og 200 frí


Stóra málið hjá føroyska svimjilandsliðnum er annars Oyggjaleikirnir, sum vera á svensku oynni Gotlandi í døgunum frá 26. juni til 3. juli 1999.