Svøríki vann ársins fyrsta landsdyst í hondbólti

EM-vertirnir vunnu greitt á Brasil

Mynd: svenska hondbóltssambandið

Á tí sum vanliga er heimavøllurin hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í Hallby spældi svenska manslandsliðið í hondbólti ígjár venjingardyst móti Brasil.

 

Dysturin í Jönköping endaði við greiðum 34-27 sigri til Svøríki. Í fyrra hálvleiki var Brasil munandi betri við, og í steðginum var Svøríki bert á odda við einum málin, 14-13.

 

Í morgin klokkan 17.10 spæla Svøríki og Brasil seinna venjingardystin.

 

Svøríki: Felix Claar 7, Hampus Wanne 5, Sebastian Karlsson 5, Jonathan Carlsbogård 3, Eric Johansson 3, Max Darj 3, Lukas Sandell 2, Nikola Roganovic, Daniel Pettersson, Albin Lagergren, Felix Montebovi, Oscar Bergendahl, Jim Gottfridsson. 

Brasil: Guilherme Borges 6, Bryan Monte 5, Rudolph Backharth 4, Haniel Langaro 3, Vinicios Carvalho 3, Tarcisio Freitas 2, Gustavo Andrade 2, Edney Oliveira, Mikael Lopes Candido.

 

Kelda: Svenska hondbóltssambandið

 

 

 

 

Mynd: svenska hondbóltssambandið