FSF skrivar:
- Sum fyrireiking til fyrsta dystin í komandi HM undankapping spælir føroyska kvinnulandsliðið venjingardyst móti Kýpros mánadagin 2. mars
——————
– Vit eru komin væl í gongd. Ársins fyrsta landsliðsvening hevur verið, og vit eru spent til undankappingina, ið stendur fyri framman. At tað so eisini hevur eydnast okkum at fáa ein venjingardyst í lag, kemur sjálvandi væl við, og styrkir um fyrireikingarnar til HM undankappingina.
Tað sigur landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen, við heimasíðuna hjá FSF.
Venjingardysturin, sum verður ímóti Kýpros, verður á útivølli mánadagin 2. mars. Fimm dagar seinni fer undankappingin av bakkastokki.
Í komandi HM undankapping eru Føroyar í bólki C4, saman við Grikkalandi og Georgia. Fyrsti dysturin í HM undankappingini verður á útivølli leygardagin 7. mars, tá Grikkaland tekur ímóti á Theodoros Vardinogiannis Stadion á Kreta.
Í apríl mánað eru heimadystirnir á skránni. Tann 14. apríl koma grikkar á vitjan, og 18. apríl møtast Føroyar og Georgia á Tórsvølli. Útidysturin móti Georgia verður spældur fríggjadagin 5. juni.
HM-undankappingin er deild upp í tríggjar deildir – A, B og C. Føroyar eru í deild C. Teir fýra bólkavinnararnir í deild A spæla seg beinleiðis víðari í sjálvt endaspælið, meðan hini londini í deild A og bólkavinnarar og bestu 2’ararnir í deild B og C kunnu spæla seg víðari til endaspælið umvegis tvey play-off umfør.
UEFA hevur fingið tillutað 11 pláss til HM-endaspælið, sum verður í Brasil á summri 2027. Skrivar FSF.











