Undan EM: Danmark vann greitt á Noregi

Noreg megnaði bara at fylgja við í fyrra hálvleiki

Mynd: Ritzau Scanpix

Danmark legði hart út í Golden League kappingini, ið er í Almeire í Niðurlondum í hesum døgum.

 

Danmark vann greiðan 34-26 sigur á Noregi. Noreg avrikaði væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Í seinna hálvleiki var tó klassamunur, og Danmark vísti hví teir eru fremstu favorittarnir til at vinna EM-endaspælið.

 

Mathias Gidsel var toppskjútti hjá Danmark við 10 málum. Simon Pytlick skoraði níggju mál. Alexandre Blonz var við seks málum toppskjútti hjá Noregi.

 

Leygardagin klokkan 12.30 spælir Danmark móti Grikkalandi. Sama dag klokkan 15.15 spælir Noreg móti Niðurlondum.

 

Mynd: Ritzau Scanpix