U18 dreingirnir í flogbólti til Írland

U18 landsliðið við dreingjum í flogbólti skal frá 12. til 14. januar luttaka í EM undankapping í Dublin. Talan er um dreingir, sum er føddir í 2009 og seinni.

Tíðindaskriv:

 

Í kappingini møta dreingirnir Írlandi, Norðurírlandi, Skotlandi og Íslandi. Kappingin hjá dreingjunum er skipað í einum bólki, har føroysku dreingirnir mánadagin 12. januar leika ímóti Skotlandi. Týsdagin 13. januar møta teir Írlandi og Norðurírlandi og síðsti dysturin er 14. januar ímóti Íslandi.

 

Eins og hjá gentunum, so fer vinnarin av kappingini víðari til EM endaspælið. Endaspælið hjá evropisku U18 dreingjunum verður í Italiu frá 7. - 18. juli. Nr. 2 í kappingini skal til enn eina undankapping. Hendan verður 26. - 29. mars. Staðsetingin fyri hesa undankappingina er ikki ásett enn.

 

Liðið er mannað við hesum leikarum:

 

Andreas Thorsteinsson, TB

 

Hans Jacob Gaard Petersen, TB

 

Harry Jacobsen Øster, TB

 

Magnus Højgaard, Ternan

 

Jóhan Kass Henriksen, Ternan

 

Elias Búason Jensen, Ternan

 

Kaj Anton Johannesen, Ternan

 

Tobias Thomsen, Ternan

 

Petar Ilic, ÍF

 

Jónstein Jacobsen, ÍF

 

Filip Jovovic, ÍF

 

Óli Hvítklett, Mjølnir

 

Høvuðsvenjari er Rajko Petrovic og hjálparvcenjari Milorad Ristovic. Ferðaleiðari hjá dreingjunum er Hanna Helena Weihe Simonsen.

 

Dreingirnir fara avstað við Atlantsflog tíðliga í morgin og eru frammi í Dublin í annaðkvøld.