Svøríki vann greiðan sigur á Tórsvølli

Føroyska kvinnulandsliðið tapti í kvøld 0-5 ímóti Svøríki á Tórsvølli.

 

Tað var ein risa stór uppgáva, sum bíðaði føroyska kvinnulandsliðnum á Tórsvølli í kvøld. Svøríki, sum telist ímillum heimsins bestu lið, var á vitjan í HM-undankappingini.


Talan var um ein dyst, har føroyska liðið var í verjustøðu allan dystin á tamb, meðan tær svensku spældu bóltin sínamillum og skaptu nóg mikið av málmøguleikum til at vinna ein greiðan sigur. Úrslitið gjørdist 5-0 til Svøríki eftir at støðan var 3-0 í hálvleikinum.


Føroyar – Svøríki 0-5 (0-3)

0-1: Caroline Seger, 11.

0-2: Olivia Schough, 19.

0-3: Lotte Schelin, 35.

0-4: Lotte Schelin, 49.

0-5: Emma Lundh, 84.

 

89min: Føroyar fremur enn eina útskifting. Rannvá B. Andreassen hevur runnið nokk fyri í dag og inn kemur Lív F. Arge.

 

87min.: Loksins fremur Føroyar sína fyrstu útskifting. Út fer Íðunn Magnussen og inn kemur Eyðvør Klakstein.

 

84min.: MÁÁÁÁL! 0-5 til Svøríki. Innskifta Emma Lundh bjóðar føroysku verjuni av, leggur bóltin til høgra beinið og langar hann í mál til 5-0. Nú er støðan tann sama sum úrslitið gjørdist, tá ið Svøríki vann 5-0 á Føroyum á heimavølli í oktober í fjør.

80min.: Luftin er farin úr dystinum. Tað er framvegis Svøríki, sum er á bóltinum so at siga alla tíðina, men tær eru ikki eins ágangandi, sum tær hava verið fyrr í dystinum.

 

67min.: Svøríki hevur framt sína triðju og seinastu útskifting. Út er farin Elin Rubensson, og í hennara stað er Jenny Hjohlman komin.

 

65min.: Seinasta korterið hevur verið ein drúgv løtu við somu søgu. Svøríki hevur bóltin, men lítið kemur burturúr annað enn vandaleys langskot.

 

50min.: Rannvá B. Andreassen varð send avstað í vinstru síðu, haðani hon sendi bóltin mótvegis málinum. Málmaðurin bjargaði lættliga, men við góðum vilja kann nú sigast, at Føroyar hevur havt eitt skot á mál!

 

49min.: MÁÁÁÁL! 0-4 til Svøríki. Eftir framúrskarandi vending í málfeltinum gjørdist Lotte Schelin púra leys í brotsteiginum og sendi bóltin í málið til 4-0.

 

46min.: Svøríki hevur framt tvær útskiftar í hálvleikssteðginum. Út eru farnar Lisa Dahlkvist og Sara Thunebro, meðan inn eru komnar Emma Lundh og Magdalena Ericsson.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Hálvleikur: Tað er talan um einvegis ferðslu á Tórsvølli, har Svøríki hevur havt bóltin at kalla alla tíðina. Hálvleiksstøðan er 3-0 til Svøríki.

 

40min.: Enn hevur Føroyar ikki verið í svenska brotsteiginum og einans hendinga ferðir frammanfyri miðjuna. Frísparkið fyri løtu síðani úr 35-40 metrum endaði við at verða sparkað burtur av brotsteigarmarkinum.

 

37min.: Nú fekk Heidi Sevdal loksins ein rennibólt. Hon var væl ávegis at spurta frá verjuni, tá ið risin í miðverjuni hjá Svøríki, Nilla Fischer, rendi hana umkoll og fekk gult kort fyri ómakin. Fyrsta gula kortið í dystinum, og var tað til Svøríki!

 

35min.: MÁÁÁÁL! 0-3 til Svøríki. Eftir skjótt og einfalt uppspæl upp ígjøgnum miðjuna hevur Lotte Schelin nú lagt svensku gestirnar á odda 3-0.

 

32min.: Svensku kvinnurnar tykjast vera nøgdar við leiðsluna, tær hava vunnið sær, og í løtuni leggja tær ikki eins nógv fyri í royndini at skjóta mál. Tær brúka nógva tíð upp á at flyta bóltin frá síðu til síðu á miðvøllinum.

 

26min.: Svøríki hevur alt spælið og roynir at leita eftir møguleikum fyri at koma ígjøgnum føroysku verjuna. 20 Rynkeby-súkklarar eru steðgaðir á við Tórsvøll eina løtu og hava fingið lív í fjøldina við at byrja við at heppa á Føroyar.

 

22min.: Føroyski miðvøllurin dettur at kalla heilt aftur til verjuketuna og skapar ein verjumúr, meðan Heidi Sevdal er einasti leikarin, sum liggur frammarliga á vøllinum og roynir at fáa onkrar bóltar at arbeiða við.

 

19min.: MÁÁÁÁL! 0-2 til Svøríki. Eftir innlegg úr høgru síðu var tað Olivia Schough, sum trein fram aftast í feltinum og stútaði Svøríki á odda 2-0.

 

15min.: Tær føroysku takast nógv við at rudda bóltin burtur, so talan er um eina ørgrynnu av hornaspørkum og innkøstum til Svøríki.

 

11min.: MÁÁÁÁL! 0-1 til Svøríki. Eftir uppspæl í vinstru varð bólturin lagdur upp á tvørs uttanfyri feltið, haðani Caroline Seger langaði bóltin í mál handan einari prísgivnari Randi Wardum í føroyska málinum.

 

5min.: Enn hava tær føroysku staðið seg væl og hildið Svøríki frá teimum heilt stóru málmøguleikunum. Svøríki hevur tó havt tveir hálvar málmøguleikar við stútarum eftir deyðbóltsstøður.


Undan dystarbyrjan: Veðurlíkindini kundu valla verið betri á Tórsvølli, har sólin skínur av heiðum himni og tað er bæði stilt og lýtt í veðrinum. Føroyska liðið hevur verið noytt at gjørt eina broyting. Rakul Magnussen avloysir eina skadda Liljan av Fløtum Petersen í miðverjuni.

Hóast ókeypis atgongd og fagrasta veður, so eru ikki serliga nógvir áskoðarar komnir at stuðla føroyska kvinnulandsliðnum á Tórsvølli.


Byrjunaruppstillingar


Føroyar: Randi Wardum – Sigrun Kristiansen, Rakul Magnussen, Malena Josephsen, Oddrún Danielsen – Íðunn Magnussen (87. Eyðvør Klakstein) Ansy Sevdal, Olga Kristina Hansen, Fríðrún Danielsen, Rannvá B. Andreassen (89. Lív F. Arge) – Heidi Sevdal


 

Svøríki: Carola Søberg - Elin Rubensson (67. Jenny Hjohlman), Nilla Fischer, Linda Sembrant, Lisa Dahlkvist (46. Emma Lundh) – Sara Thunebro (46. Magdalena Ericsson) Caroline Seger, Olivia Schough, Malin Diaz, Lotte Schelin, Therese Sjøgran