Svøríki vann seg til OL-endaspælið

Tað blivu seks evropeisk landslið, ið vunnu seg til OL-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum

Svøríki, ið føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti var í EM-undankappingarbólki við, hevur vunnið seg til OL-endaspælið, sum verður í París í summar.

 

Svøríki var í OL-undankappingarbólki saman við Ungarn, Japan og Stórabretlandi. Svensku kvinnurnar vunnu stórsigur 52-8 (26-6) á Bretlandi og greiðan sigur 35-28 (17-13) á Japan, men tær taptu 25-28 (11-15) fyri Ungarn. Tað vóru Ungarn og Svøríki, ið vunnið seg til OL-endaspælið úr undanbólki 1.

 

Úr undanbólki 2 vunnu Niðurlond og Spania seg til OL-endaspælið. Hini liðini í bólkinum vóru Kekkia og Argentina.

 

Úr undanbólki 3 vunnu Týskland og Slovenia seg til OL-endaspælið. Hini liðini í hesum bólkinum vóru Mongenegro og Paraguay.

 

Hini seks liðini, ið skulu kappast í OL-endaspælinum eru Danmark, Brasil, Angola, Suðurkorea, Noreg og Frakland.