Syðurkorea setur nýtt hitamet í 100 ár gomlum mátingum

Suðurkorea hevur í dag skrásett hægsta hita nakrantíð, síðani landið fór at máta hitan fyri meira enn 100 árum síðani

Børn køla seg í einum vatnspæli í Seoul. Suðurkorea er rakt av einari álvarsligari hitabylgju, og í dag varð nýtt hitamet sett við 42,5 hitastigum í Yangsan. (Mynd: Kim Soo-Hyeon/Reuters)

Í býnum Yangsan í landsynningspartinum vórðu mátað 42,5 hitastig, upplýsir suðurkoreanska veðurstovan sambært AFP.

 

Yangsan hevur verið harðast rakt av hitabylgjuni, og hetta er fimti dagurin á rað, at hitin er oman fyri 40 stig í býnum.

 

Meira enn 20 øki í Suðurkorea vóru í dag fevnd av hægsta hitavarsli hjá myndugleikunum. Hetta varslisstigið varð sett í verk fyrr í ár og verður nýtt, tá hitin verður væntaður at koma upp á 39 stig ella meira.

 

Myndugleikarnir heita á fólk um beinanvegin at steðga øllum virksemi uttandura og halda seg í køldum rúmum við luftkøling.

 

Sambært veðurstovuni er talið av hitabylgjudøgum í Suðurkorea meira enn tvífaldað seinastu fimm árini. Í miðal eru nú 19 slíkir dagar um árið, samanborið við átta dagar í 1970’unum.

 

Granskarar siga, at hitabylgjur gerast bæði oftari og harðari orsakað av menniskjaskaptum veðurlagsbroytingum. Harumframt styrkir veðurlagsfyribrigdið El Niño hitan í ár.

 

Børn køla seg í einum vatnspæli í Seoul. Suðurkorea er rakt av einari álvarsligari hitabylgju, og í dag varð nýtt hitamet sett við 42,5 hitastigum í Yangsan. (Mynd: Kim Soo-Hyeon/Reuters)