NSÍ hevur í kvøld vunnið seg víðari í europeiskari kapping. Tað var eftir framúr avrik og so stóran dramatikk, sum tað ber til at ímynda sær.
NSÍ vann 2-0 og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tá minkaði heimaliðið um munin til 2-1 við brotssparki, og so sá tað av álvara svart út hjá NSÍ.
Klokkan vísti 122 minuttir, tá ið Viljormur Davidsen við hornasparki legði innfyri, og eftir sending frá innskifta Markusi Klein Danielsen var tað Michal Przybylski, sum skoraði, og so stóð á jøvnum 3-3 og harvið var neyðugt við brotssparkskapping.
Brotssparkskappingina vann NSÍ 4-3. Heilt stóri maðurin í brotssparkskappingini var NSÍ málverjin Tom Amos, sum tríggjar ferðir vann tvídystin við mótstøðumenninar.
Í morgin kemur NSÍ aftur til Føroya. Sambært skránni verður fyrsti landskappingardystur eftir summarsteðgin mánadagin klokkan 17.15, tá ið mótstøðuliðið verður HB í Gundadali. Nú fæst at síggja, hvussu tað verður við hesum dystinum, tí longu hóskvøldið um eina viku skal NSÍ aftur spæla í Europa.
Tað vóru knapt 30 hitastig við dystarbyrjan í kvøld. Fyri stuttum vann NSÍ seg víðari í Europa við framúr avriki í nógvum hita á Malta, og í kvøld eydnaðist tað aftur NSÍ at svara aftur, eftir at tað fyri einari viku síðani endaði við 2-0 tapi í Klaksvík.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki bríkslaði dómarin fyri brotssparki til heimaliðið, men tað eydnaðist ikki at skora, tí Tom Amos í NSÍ málinum bjargaði.
NSÍ legði seg á odda 1-0 tíggju minuttir undan steðginum, og 20 minuttir undan leikloki varð leiðlsan tvífaldað. Bæði málini vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Tað fyrra skoraði Beinir Nolsøe, og tað seinna skoraði Marius Kryger Lindh. Hjá báðum málskjúttunum var talan um fimta altjóða dystin og um fyrsta málið í europeiskari liðkapping.
Og so var tað, at tað var neyðugt við longdari leiktíð, og at tað inntil í síðstu sekundunum sá út til, at leikluturin hjá NSÍ í Europa á hesum sinni var av. Men so skoraði Michal Przybylski, og so vann NSÍ brotssparkskappingina.
Nú verður tað FC Lugano úr Sveis, sum NSÍ fer at spæla ímóti.
Koper – NSÍ 0-2 (0-1) 1-3 eftir longda leiktíð
0-1: Beinir Nolsøe 35.
0-2: Marius Kryger Lindh 79.
1-2: Bassirou Ndiaye br
1-3: Michal Orzybylski 122.
Samantalt 3-3
Brotssparkskapping
0-0: Petur Knudsen misnýtir
0-0: Josip Iličić málverjin bjargar
0-1: Jann J. Benjaminsen
1-1: Barrirou Ndiaye
1-1: Viljormur Davidsen málverjin bjargar
1-1: Alvaro Roncal málverjin bjargar
1-2: Alex Freyr Elisson
2-2: Kamil Manseri
2-3: Klæmint A. Olsen
3-3: Jean-Pierre Longonda
3-4: Daniel Obbekjær
3-4: Filip Damjanovic málverjin bjargar
Samantalt 6-7











