U18 EM: Føroyar máttu lúta fyri Spania

Tað gjørdist talan um fimmmálstap í øðrum endaspælsdystinum

Mynd: Eurohandball

Aftaná 38-31 sigur á Finnlandi ígjár, so gjørdist tað í dag talan um eitt fimmmálstap hjá føroyska U18-manslandsliðnum í EM-endaspælinum í Serbia.

 

HSF skrivar: 

 

Hóast Føroyar sýndu gott álopspæl, so stríddust okkara í verjuni í stórum parti av dystinum móti Spania, sum vann 37-32, eftir at spaniólar vóru frammanfyri 16-15 í hálvleikinum.

 

Fyrri hálvleikur var javnur og føroyska liðið spældi seg fyri tað mesta til góðar málmøguleikar og kundu saktans verið frammanfyri við steðgin. Heldur nógvir brendir kjansir og tekniskar villur gjørdi tó, at tað vóru Spania, sum fyri tað mesta høvdu eina lítla leiðslu. Føroyska verjan stóð hampuliga væl, men høvdu okkara eisini avbjóðingar við gløgga spanska strikuspælinum. Føroyar hingu tó í og fóru liðini til hálvleiks við 16-15 til spaniólar.

 

Okkara stríddust stóran part av seinna hálvleiki í verjuni og hóast Micah Wardum Ragnarsson stóð sera væl í føroyska málinum, so er tað sigandi, at tað okkara fingu 37 mál ímóti. Liðini fylgdust tó til miðjan seinna hálvleik, har okkara tíverri ikki tóku røttu avgerðirnar í yvirtalsspælinum, og fingu trý skjót mál ímóti. Munurin vaks upp í fimm mál og var tað eisini munurin við leiklok, 37-32.

 

Eftir dystin var føroyski málverjin, Micah Wardum Ragnarsson, kosin besti føroyski leikarin í dystinum. Eisini eyðsýndir vóru Boas Ellefsen á Skipagøtu, sum var føroyskur toppskjútti við 14 málum, og Hugin Halgirson, sum eisini spældi ein góðan dyst á strikuni við fimm málum. Næsti dystur hjá Føroyum verður leygardagin kl. 18.30 móti Eysturríki. Portal.fo vísir dystin. Skrivar HSF. 

 

Dystargongdin Spania – Føroyar:

 

5 min. 3-4

 

10 min. 5-6

 

15 min. 8-7

 

20 min. 10-9

 

25 min. 14-13

 

30 min. 16-15

 

35 min. 20-18

 

40 min. 23-21

 

45 min. 25-23

 

50 min. 30-25

 

55 min. 32-29

 

60 min. 37-32

 

Føroyskir málskjúttar:

 

Boas Ellefsen á Skipagøtu 14 (5)

 

Hugin Halgirson 5

 

Jónas Fossabrúgv 4

 

Teitur Poulsen Hellisdal 3

 

Brandur Debes Dánialsson 2

 

Gabriel Skeel Árnason 2

 

Axel Holm Simonsen 1

 

Teitur Bogason 1

 

Málverjar:

 

Micah Wardum Ragnarsson, 59 min, 13 bjargingar

 

Jákup Arngrímsson Müller, 1 min, 1 bjarging

 

Mynd: Eurohandball