Nýggja liðið hjá Hanusi Sørensen er úti av Conference League

Aluminij tapti greitt í seinna dystinum

Hanus Sørensen var á vøllinum í 78 minuttir fyri slovenska liðið, Aluminij sum spældi seinna dystin í kvøld í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Á útivølli í Albania tapti Aluminij greitt 0-3 fyri Dinamo Tirana, ið var á odda 2-0 í steðginum. Fyrri dysturin í Slovenia endaði við javnleiki 1-1, og sostatt vann Dinamo Tirana ein samlaðan 4-1 sigur á Aluminij.

 

Dinamo Tirana hevði bóltin meira, og heimaliðið hevði eisini væl fleiri málroyndir innanfyri málrammurnar. 

 

Nú fara Hanus og liðfelagarnir at fokusera upp á heimligu uppgávurnar. Komandi sunnukvøld klokkan 19.15 hevur Aluminij dyst á útivølli móti Olimpija Ljubljana.

 

Talan er um annan dystin í bestu slovensku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið. 

 

Í fyrsta umfarinum leikti Aluminij á heimavølli javnleik 0-0 móti Maribor. 

 

##med2##

 

Mynd: NK Aluminij