B36 hevur fingið nýggjan áleypara sum er av kendari fótbóltsætt

19 ára gamli Magnus Nygaard Næs fer komandi mánaðirnar at spæla við B36

Mynd: B36

B36 hevur útvega sær álopsstyrk.

 

B36 skrivar á facebookvanga sínum:

 

-  Magnus fer at kappast um álopspláss  


19 ára gamli Magnus Nygaard Næs fer komandi mánaðirnar at spæla við B36 og kappast um eitt av álopsplássunum.

 

Magnus flutti í summar til Føroya og B36 úr Danmark, har hann er uppvaksin. Hann hevur seinastu tíðina spælt í Haslev FC og fer nú at royna seg í føroyskum fótbólti.

 

Hóast Magnus hevur fingið sína fótbóltsuppaling í Danmark, so eru familjubondini til B36 sterk. Pápi hansara, Flóvin Tór Næs, var evnaríkur ungdómsspælari í B36 og spældi á føroyskum ungdómslandsliðum, meðan pápabeiggin Jónas Tór Næs í nógv ár var drúgvur á okkara besta liði, eisini sum landsliðsspælari. Systkinabarn hansara, Sigga Smæra Næs, er ein av okkara mongu ungu spennandi spælarum á besta kvinnuliðnum.


Magnus kann spæla á øllum teimum framrættaðu plássunum. Hann verður við í hópinum, tá menninir í annaðkvøld klokkan 19 spæla ólavsøkudyst ímóti AB.


Vælkomin, Magnus! Skrivar B36. 

 

Mynd: B36