Ari í Haraldsstovu Petersen vardi málið hjá ÍBV, ið spældi dyst á útivølli móti Breiðablik í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Dysturin á Kópavogsvøllinum endaði við 1-0 sigri til Breiðablik, ið skoraði sigursmálið tíðliga í seinna hálvleiki.
Ari hevði fýra bjargingar í einum dysti, har liðini høvdu bóltin líka nógv, og har málmøguleikar vóru til bæði liðini.
ÍBV er nummar átta í deildini við 16 stigum. Teir eru trý stig frá sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið aftaná lokið grundspæl.
Valur og Keflavík hava 19 stig hvør á fimta og sætta plássinum.
Seks leikumfør eru eftir í grundspælinum. Leygardagin klokkan 15 hevur ÍBV dyst á Hásteinnsvøllinum í Heimey móti Fram, ið er triðfremst í deildini við 34 stigum.











