Fótbóltur
Tað var ikki minst Amed Davy Sylla fyri at takka, at B36 í fjør sum fyrsta føroyska felagið spældi seg víðari í Champions League undankappingini. Við tveimum málum í 3-0 útisigrinum á Birkirkara var Sylla høvuðsmaðurin aftan fyri milliónavinningin, sum B36 fekk úr kappingini í fjør, og tað var sjálvandi við til at økja um áhugan fyri ivorianska áleyparanum.
Ta ferðina hevði B36 tó lítlan hug at selja, og Birkirkara hevði ikki neyðuga peningin, um spælarin skuldi keypast leysur av sáttmálanum. Og ístaðin hevði Sylla í fjør sítt besta ár persónliga, og endaði hann eisini sum móttakari av gylta skógvinum fyri mál síni.
Tað var tó um reppið, at Sylla als ikki kom til Føroyar. Persónligu umstøðurnar við eini familju, sum ikki treivst serliga væl í Føroyum, hóttu við at forða spælaranum at koma til landið, og tí mundu fá í B36 hava vónina um, at spælarin skuldi koma aftur til Føroya í 2008.
Og tað kemur hann so heldur ikki. Tollaksmessudag kundi Birkirkara boða frá, at felagið hevur fingið ályeparin í hópin hjá sær.
Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Sylla, sigur, at talan er um hálvt ára sáttmála, sum partarnir hava gjørt.
- Tað er eingin loyna, at Sylla hevði hug at royna nakað nýtt. Og við at fara til Malta verður talan uttan iva um heitari umstøður, enn hann er vanur við her hjá okkum.