B36 fer til Gøtu uttan toppskjúttan í Formuladeildini, og tað er sannlíkt, at næsti maður í álopinum heldur ikki verður við.
Sylla hevur síðani javnleikin í Runavik fyri knappliga tveimum vikum síðani verið saman við familjuni í Fraklandi. Í B36 verður upplýst, at Sylla ikki verður aftur í Føroyum fyrrenn morgin, og harvið verður toppskjúttin ikki við, tá ið oddaessurin í dag skal verjast í Sarpugerði.
Tað er eisini ivasamt, um Bergur Midjord verður førur fyri at spæla. Hann fór tíðliga av vøllinum í Runavík fyri tveimum vikum síðani, og síðani tá hevur Bergur ikki verið førur fyri at venja nakað serligt.
Á hinari síðuni telur tað nógv, at Jákup Mikkelsen og Mikkjal Thomassen, sum hava verið burturstaddir hesa vikuna, saman við Santos eru tøkir aftur eftir leikbann.
Tað tykist upplagt, at Anderson fær enn ein møguleika at vísa, hvør dugur er í honum.
Á Argjum fyri tveimum vikum síðani eydnaðist tað loksins GÍ at sleppa burtur úr turkinum, sum gøtumenn hava verið í síðani summarsteðgin, og sum teir veruliga komu í, tá ið teir í 15. umfari 1. juli taptu 4-0 í Gundadali ímóti B36.
Ein av stuðlunum á GÍ liðnum seinastu nógvu árini, Poul Ennigarð, verður ikki við ímóti B36, og tað er ivasamt, um hann yvirhøvur aftur verður at síggja í gula og bláa búnanum. Poul er fluttur til Onglands at búgva, og gongur tað, sum tað er ætlað, so fer hann at halda til í Liverpool í fleiri ár.
Sámal Joensen er framvegis knæskaddur, og Atli Gregersen er við aftur eftir leikbann.