Í dag, 1. fyrsta mars, hevur Sylverius Jacobsen, smiðjumeistari, arbeitt á Skála Skipasmiðju í 33 ár. Vit høvdu frætt at hann hevði 30 ára starvsdag 1. mars, men tá vit ringdu til hann, vísti tað seg, at liðin vóru 33 ár, síðan hann byrjaði sum lærlingur á Skála Skipasmiðju í 1970. Sylverius er 49 ára gamal og leirvíkingur. Hann er føddur í Klaksvík seks tímar eftir at eineggjaði tvíburabróðurin, Marius, var føddur í Leirvík. Eftir at Marius var føddur, bleiv mamman í skundi flutt við útróðrarbátinum Gulakletti til Klaksvíkar, har Sylverius er borin í heim. Hetta var undir Halvorsensstríðnum í Klaksvík. Sylverius hevur búð á Skála síðan 1973, tá hann giftist við Sannu, fødd Berg, av Skála. Tey eiga 3 døtur og 3 ommu og abbabørn. Sylverius hevur verið limur í Javnaðarflokkinum frá ungum av, og hevur hann eisini verið uppstillaður fyri flokkin í Eysturoynni. Hann er formaður fyri Meinigheitsstýrið á Skála, og brúkar hann stóran part av síni frítíð har.