Sylvester aftur sum Rambo og Rocky

Skal man trúgva manninum sjálvum, Sylvester Stallone, so verður hann at sígga aftur í leiklutinum sum bæði John Rambo og Rocky Balboa

Skal man trúgva manninum sjálvum, Sylvester Stallone, so verður hann at sígga aftur í leiklutinum sum bæði John Rambo og Rocky Balboa.

 

Sylvester Stallone gjørdi fyrsta Rambo filmin í 1982. Hann hevði heitið “First Blood”. Síðani eru tríggir filmar gjørdir afturat um krígsveteranin John J. Rambo. Í 2008 kom ein eftirnølari út við heitinum “Rambo”.

 

Síðani tá hevur tað verið ivasamt, um vit nakrantíð fóru at síggja Rambo í aktión aftur. Nú hevur 68 ára gamli Sylvester Stallone, sum bæði spælir høvðusleiklutin og stjónar filminum, boðað frá umvegis Twitter, at hann fer at gera ein fimta og seinasta Rambo film.

 

Filmurin hevur heitið “Rambo: Last Blood”.

 

Rocky er nú boksivenjari

 

Sylvester Stallone boðar somuleiðs frá, at Rocky Balboa verður gravaður fram aftur. Rocky boksaði sín seinasta dyst móti Mason “Te Line” Dixon(Antonio Tarver) í filminum “Rocky Balboa” frá 2006.

 

Hesa ferð skal Rocky Balboa ikki í ringin, men hann skal verða venjari hjá abbasoninum hjá Apollo Creed í filminum, sum fær heitið; “Creed”. Apollo Creed(Carl Weathers) var partur av Rocky 1,2,3 og 4, áðrenn hann doyr í ringinum móti russiska Ivan Drago(Dolph Lundgren).

 

Filmurin kemur sambært CNN út í 2016.