Symbion í Keypmannahavn
Stjórin, Peter Torstensen, tók ímóti og greiddi fróur frá um Symbion (www.symbion.dk). Orðið Symbion kemur frá tí grikska orðinum: symbiosa, sum í lívfrøðiligum sambandi merkir samlív millum ymisk sløg av verum til felags gagn. Symbion, ið var stovnað í 1986, er størsta granskaraparkin í Danmark. Fyritøkan byrjaði í einum 1000 m2 stórum gomlum pakkhúsi hjá handilsketuni: IRMA. Symbion hýsir tilsamans 200 fyritøkum á 4 ymiskum støðum.
Privatfyritøka
Symbion er ein privat fyritøka. Íleggjarar eru stórir pensjónsgrunnar, umframt nógvir smáir parteigarar. Keypmannahavnar kommuna var millum íleggjararnar, men er nú keypt út. Í Symbion í Keypmannahavn starvast tilsamans umleið 30 fólk, 5 í leiðsluni, 5 ráðgevarar, 10 við íløgum og restin arbeiðir við umsiting, viðlíkahaldi, ymsum tænastum og í receptiónini og matstovuni. Umleið 650 menniskju hava sína dagligu gongd í Symbion.
Ráðstevnudepil
Symbion hevur eisini eitt KonferencuCentur, ið bjóðar fram professionelt umhvørvi til ráðstevnur, seminarir, skeið og fundir. KonferencuCentrið tekur ímóti meiri enn 20.000 gestum um árið í hølum, sum rúma frá 10 til umleið 600 fólk. Í sjálvum Symbion Science Park (20.000 m2) eru 90 fyritøkur sum starvast innan ICT, biotøkni og heilivágsvinnu.
Universitetsráðgeving
Í Symbion er eitt dynamiskt professionelt umhvørvi, har gransking og vinna møtast og har hjálpt verður við at kommercialisera innovativar hátøkniligar verkætlanir. Endamálið er at skapa eina synergi millum nýggjar fyritøkur og veita vitan og framkomnar førleikar frá universitetum, ráðgevarum og longu stovnsettum virkjum.
Skjótt á marknaðin
Eitt av málunum hjá Symbion er at skapa eitt hugkveikjandi innovativ vakstrarumhvørvi fyri íverksetarar og nýggjar fyritøkur og harvið skunda undir menningartilgongdina soleiðis, at vinnuspírurnar kunnu koma skjótari á marknaðin enn kappingarneytarnir. Dentur verður lagdur á kunning um ”vitan til vøkstur”
Fæfeingisráðgeving
Í Symbion er atgongd til ráðgeving, gagngóða vitan um fæfeingi (kapital) og eitt stórt netverk millum líknandi fyritøkur. Fyritøkurnar nýta hvønn annan í menningartilgongdini og heysta aldina (fruktina) av teimum synergi-effektum, ið framkoma, tá innovativar hátøkniligar ella granskingargrundaðar fyritøkur eru grannar. Hugskotssamskifti og sparring fer óformliga fram á gangum, í matstovum og í netverkum.
Fullkomin hugsavning
Í Symbion eru lættbroytilig høli og starvsstovur í einum nýtmótans tænastu- og vakstrar-umhvørvi, og ikki er neyðugt at hugsa um reingerð, gestamóttøku ella matstovu. Sum nýtari av Symbion er møguligt at hugsavna seg fullkomuliga um fyritøku-verkætlanina. Í Symbion fáa verkætlanir og hugskot tær bestu vakstrarumstøðurnar fyri at koma væl frá byrjanini og til at mennast til lívførar og sunnar fyritøkur.
Trý kjarnuøki
Symbion hevur trý kjarnuøki: hølisútleigan, fígging og virkisráðgeving, ið tilsamans skulu betra um møguleikan hjá fyritøkunum at eydnast í hørðu nationalu og internationalu kappingini. Stórur dentur verður lagdur á, at virkini menna yrkis-netverk.
Útleigan
Málbólkurin hjá Symbion er nýggj virki. Hesi fáa hjálp og stuðul inntil tey eru komin í gongd og eru farin at vaksa. Á hvørjum ári mennast umleið 1/3 av fyritøkunum út úr Symbion.
Leigan er lág í byrjanini, men hækkar so líðandi sum fyritøkan styrknar. Symbion miðjar eftir, at liggja (5 – 10) % undir vanliga marknaðarprísinum. Sáttmálarnir eru yvir 3 ár og uppsagnartíðin 3 mánaðir. Floygdar fyritøkur eru í miðal 4 ára gamlar, tær hava í miðal leigað 3 ár í Symbion og tær hava í miðal 8 starvsfólk.
Hølisleigan skal geva avlop. Um 100 % av gólvvíddini varð útleigað, hevði avlopið verið 7 – 10 milliónir Dkr. Við 80% útleigan ber útleiganin seg. Symbion er ein non-profit-felagsskapur.
Virkisráðgeving
Arbeitt verður við einum “Accelerace Incubator Program” har fyritøkur í 6 mánaðir gjøgnumganga kundavalidering, marknaðarvalidering og marknaðarmøguleikar. Orka verður harafturat løgd í at finna kundar, íleggjarar og samstarvspartnarar. Eisini verða fíggjarligar metingar gjørdar av møguleikanum at selja mentað hugskotið/virkið ella hald fram við fyritøkuni. Umleið 100 fyritøkur søkja um at verða hýstar av Symbion um árið, og einar 80 verða sáldaðar frá. Av teimum 20, sum sleppa at taka lut í Accelerace Incubator Program, eru 5 – 10 sum gjøgnumføra alla tilgongdina. Symbion fokuserar upp á topp-10 íverksetarafyritøkur. Úrslitini eru góð. Fyritøkan, Symbion, varð vald til at vera besti virkisklekjari í Europa í 2005.
Fígging
Fíggingina veitir Symbion gjøgnum SEED Capital Denmark (stovnað 2004; www.seedcapital.dk ).
Grunnurin eigur góðar 500 milliónir Dkr og ger íløgur í nýggjar granskingargrundaðar fyritøkur í Danmark og suður-Svøríki, innan biotøkni, medicotøkni, ICT og aðrar hátøknivinnur. Harafturat veitir danski staturin 40 mió Dkr um árið í vágafúsum kapitali til hetta slagið av fyritøkum.
Fíggjarveitanin verður latin í 3 stigum. Frá byrjan til fullbúgvið virkið kunnu íløgurnar t. d. veitast í fylgjandi lutfalli:
Stig 1: 1,5 milliónir Dkr frá statinum + 200.000 Dkr frá SEED
Stig 2: 1,5 milliónir Dkr frá statinum + 1,5 milliónir Dkr frá SEED
Stig 3: 100 % frá SEED
Symbion er eyðsýniligt
Symbion er sjónligt í samfelagnum gjøgnum sítt tætta samarbeiði við universtetini, eydnu-fyritøkur og gjøgnum tíðandaskriv og onnur fjølmiðlað evni. Symbion samarbeiðir og kappast við aðrar granskingargarðar í Danmark.
Føroysk granskingarlund
Peter Torstensen var sera positivur og sinnaður fyri samastarvi við eina komandi føroyska granskingarlund.
Fróðskaparsetur Føroya
Á Symbion var áherðsla løgd á týdningin av at hava eitt fakliga sterkt universitetsumhvørvi fyri at menna vitanartungar vinnur. Uttan eitt mentalt máttmikið og starvsstovusterkt Fróðskaparsetur verður sostatt torført at menna hátøknivirki her á landi.
Hóraldur Joensen,
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya