Symfoniorkestur og stórt barnakór í høllini á Hálsi

Aftur í ár skipar Føroya Symfoniorkestur fyri stórfingnari jóla- og familjukonsert. Konsertin verður í Høllini á Hálsi næsta leygardag, tað er 10. desember, klokkan 16 og hetta er fimtu ferð, at hon ein slík konsert verður hildin.

Umframt at orkestrið fer at spæla, fer eisini eitt stórt barnakór at syngja.

- Her er møguleikin hjá allari familjuni og øðrum at fáa eina hvíld frá jólastáki og gávukeypið, siga fyrireikararnir

- Nógv eru komin eftir, at henda konsertin við symfoniorkestri og stórum barnakóri er ein ómissandi partur av jólahaldinum, leggja tey afturat

Á Konsertini í ár fara tey at framføra vakru søguna, Veiða Vind, eftir Rakel Helmsdal, sum Kári Bæk hevur sett tónleik til og Janus í Húsagarði hevur myndprýtt,. Frásøgumaður verður sjónleikarin Anfinnur Heinesen.

- Hetta verkið varð framført fyri skúla- og barnagarðsbørnum í vár og fyri hetta tiltak varð Føroya Symfoniorkestur heiðrað við mentanar heiðursløn M. A. Jacobsens.

Eftir umbøn frá fleiri verður henda framførslan nú endurtikin, so eisini vaksin og foreldur hava høvið at hoyra og síggja tað.

Umframt hetta, fara tey eisini at syngja og spæla jólaløg og filmtónleik og onkur felagssangur er eisini á skránni.

Í orkestrinum fáa nógvir ungir næmingar úr Miðnámi frá Tórshavnar Musikkskúla, og aðrir gávaðir næmingar høvið til at spæla í einum stórum orkestri.

Hjá summum verður hetta fyrstu ferð og hetta verður hetta tað størsta orkestrið higartil.

Atgongumerki fást á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum og í Norðurlandahúsinum sjálvum, umframt við dyrnar í høllini á Hálsi.