Tann 8. mai í ár hevði Norðurlandahúsið stórt hátíðarhald í sambandi við, at húsið varð 20 ár. Ein annar føroyskur mentanarstovnur fylti samstundis 20 ár og var við til at hátíðarhalda javnaldurin við stórfingnari konsert, og var og er tað Føroya Symfoniorkestur. Hetta orkestur hevur livað sítt stilla lív í samfelagnum og við hjálp og stuðuli ymsa staðni frá kunnað hildið meira enn seksti konsertir hesi árini. Hugaligt er, at fleiri av teimum, sum í dag mynda orkestrið, hava spælt við í øll hesi 20 árini.
Orkestrið heldur fram at hátíðarhalda 20ára føðingardagin við eini stórfingnari konsert tann 26. oktober. Henda konsertin verður stjórnað av Bernhardi Wilkinson, sum í løtuni býr í Føroyum. Hann er annars hálvur føroyingur. Mamman var úr Sumba; hon giftist bretskum hermanni; sum var tónleikari og var í nógv ár leiðari av BBC Singers. Sjálvur er Bernhard uppvaksin sum kórdrongur í Westminster Abbey. Men hann er útbúgvin floytuspælari, og í nógv ár hevur hann verið solofloytunistur í Sinfansljómsveit Íslands og hevur samstundis verið varadirigentur dirigentur í hesum orkestri. Tað var hann, sum stjórnaði Sinfans-ljómsveit Íslands í fyrstu føroysku symfoniina hjá Sunleifi Rasmussen, Oceanic Days.
À konsertini 26. oktober verða spæld verk eftir Sjostakovitj og Tjaikovskij. Konsertin byrjar við eini festouverturu av Dimitri Sjostakovitj, sprækin og sera ahugaverdur rútmiskur musikkur. Síðani verður okkara framúr pianistur, Johannes Andreasen, solistur í klaverkonsert av sama komponisti. Eitt verk fyri snidlingar, og sum má hava áhuga fyri øll tey, sum hava tokka til klaverspæl. Seinasta verkið á skránni verður 5. symfoni av Tjaikovskij. Ein av hansara kendastu symfonium, full av vøkrum løgum, sum Tjaikovskij jú var ein meistari í at skapa. Hetta er helst stórsta, og mest krevjandi avbjóðingin, orkestrið her hevur átikið sær.