Nei, beinleiðis ummæla symfoniska konsert á slíkum støði sum hana í Norðurlandahúsinum seinasta sunnudag, tað skulu aðrir pennar til; men fegin vil eg tríva í okkurt, sum situr eftir í sinninum eftir hesa merkisløtu í okkara tónleikalívi.
Konsertin var væl lýst frammanundan, og gleðiligt var tað at fáa staðfest, at tað longu í forsølu var um at vera útselt til hana. Hugaligt var tað tí eisini at varnast streymin úr ymsum ættum av konserthugaðum fólki á veg niðan í okkara mentanarborg uppi í Sortudíki hendan sunnudag seinnapart. Eitt lítið strik var tað tó í forhondsupplivingini, tá tú niðankomin í góðari tíð av vaktarmonnunum bleivst beindur víðari eftir Ringvegnum, tí tað ikki var pláss fyri fleiri bilum. Nær verða stig tikin til, at parkeringumstøðurnar verða samsvarandi tørvinum hjá Norðurlandahúsinum?
Ikki tí ? ein frískur gongutúrur, tá ið vindur og væta ikki leika enn meira á enn ta løtuna, kann eisini vera góð upptakt, og ein góð kensla var tað soleiðis eitt sindur veðurbardur at koma inn í fjálgu forhøllina, har alt sjóðaði av vónglaðum fólki.
Glæman á orkestrið
Og so vart tú sessaður í fullsettum sali við blað í hond, sum við vælvaldum orðum lýsti tað, sum vit høvdu í vænti. Men er tað veruliga so ynskiligt á einari konsert at skrúva so nógv niður fyri ljósinum, at ikki er lesandi? Upplivingin gerst jú bara enn meira gevandi, um tú eisini ávegis kanst kaga í blað og kunna teg um tað, sum ljóðliga fer fram.
Men mikil var spenningurin í høllini, tá ið glæman varð sett á orkestrið, og vit bíðaðu eftir dirigentinum. Lættur á føti og við hugfangandi eygnabrá kom so Berhard Wilkinson fram á pall. Og tað var "sum í bál at líta", tá hann legði fyri við Festouverturu eftir russiska tónaskaldið Dimitrij Sjostakovitj (1906 -75). Sjáldan, og helst ongantíð her á landi, havi eg upplivað orkesturleiðara, sum soleiðis við yvirbragdi og kropsrørslu megnaði at lata upp fyri og sannføra bæði musikarar og áhoyrarar um sína uppfatan av tónleikinum. Festouverturan við sínum bráða og skiftandi lag gav eisini besta høvi til hetta.
Føroyingar her?
Eftir henda sprækna inngang kom okkara mæti klaverspælari Jóhannes Andreasen stillisliga, sum er hansara meðferð, inn í høllina og sessaðist við flyglið til tess saman við orkestrinum at framføra 2. klaverkonsert hjá sama komponisti. Vit, sum hava havt høvi at fylgja Jóhannesi í hansara tónleikaligu menning fram móti einum førleika, sum væl kundi tryggjað honum professionella yrkisleið allastaðni uttanlands, kunnu fegnast um, at hann valdi at leggja sína orku í tónleikalívið her heima. Í samspæli millum solist, dirigent og orkestur fingu vit her eina uppliving, sum dró hugin so út í tað alheimsliga, at eg í løtuni beint aftaná, so løgið tað kann ljóða, hvakk við, tí eg hoyrdi mítt móðurmál aftan fyri meg. "Føroyingar her?" datt mær í huga, áðrenn eg raknaði við.
Kend løg
Tónleikin hjá Sjostakovitj duga aðrir betri at lýsa. Men hugtyngjandi var tað í sínari tíð at lesa endurminnandi bókina um hann, ið gevur besta innlit í sáru støðuna hjá russiskum listafólkum undir eirindaleysa einaræði Stalins. Ein lítlan feril um hetta fekst tú eisini í upplýsandi programmblaðnum.
Seinnu helvt av konsertini fyllti gitna 5. symfoniin hjá Tjaikovskij. Um hana fekst tú eisini mangt áhugavert at vita í fylgiblaðnum. Sjálvur havi eg ikki hoyrt hana framførda áður; men so mikið sum hon verður spæld og at hoyra í loftmiðlunum, so vóru tað alla tíðina løg, sum tú kendist við. Tjaikovskij er ikki bert ein av musikksøgunnar stóru symfonisku meistarum, men eisini ein klassikari, hvørs tónleikur so væl fellur í oyru. Kann lítið ætla, hvussu rómurin hevði verið í høll, um okkara symfoniorkestur, Jóhannes og Bernhard eisini góvu okkum høvi til at uppliva hansara fyrstu klaverkonsert.
Støðugari lega
Konsertir sum hendan seinasta hjá symfoniorkestrinum kosta almikið av peningi, serliga við tað at so nógvir professionellir musikarar mugu heintast uttanífrá, at stórur parturin av fíggjarjáttanini frá landinum má nýtast til tað.
Tað er bæði fyri okkum áhoyrarar og ikki minni fyri okkara heimligu musikarar sera ynskiligt, at fíggjarligar umstøður framvegis verða til eini tvey slík megnar tiltøk um árið, og tøkk fái Norðurlandahúsið, sum í sínum 20. virkisári gjørdi hesa konsertina møguliga. Men skulu vit fáa bygt veruligt Føroya Symfoniorkestur, má arbeiðslagið fáast inn í støðugari legu, har fleiri av okkara meira framkomnu musikkskúlanæmingum fáa verið við.
Nýggja skipan
Jú, stundin má nú vera til góðverk at inna í okkara klassisku tónleikaverð, nú slíkur úrmælingur sum Bernhard Wilkinson hevur fingið enn fastari tilknýti til okkara land. Bernhard hevur í ár so mong ikki bert verið at telja millum teir fremstu innan professionella tónleikalívið í Reykjavík, men hevur eisini verið sera virkin í tónleikauppalingini har yviri.
Tað sama kann í viðurskiftunum her heima sigast um okkara musikkskúlastjóra Martin Mouritsen, sum fyri fleiri árum síðan hevur borið fram hugskot um, hvussu ein skipan kundi verið uppbygt, sum gevur okkara profesionellu musikklærarum høvi til samanspæl, tryggjar symfoniorkstrinum eitt støðugt arbeiðslag yvir alt árið og til fulnar letur tað musikarapotentiali, sum musikkskúlin ber í sær, koma okkara livandi tónleikalívið til góðar.
Føroya Symfoniorkestur er alvi musikkskúlans, og tað er tí so mikið at ynskja eftir, okkara myndugleikar geva teimum báðum Martini og Bernhardi saman við Musikklærarafelagnum høvi til at seta út í kortið eina skipan, har professionelt tónleikavirksemi kann gerast partur av arbeiðssetningi musikklæraranna.