Byggivinnan
Tað fer at verða óluksáliga synd í teimum, sum skulu byggja hús. Í framtíðini fer tað at vera nógv dýrari at byggja hús í Føroyum. Samstundis fer tað at vera nógv longri at bíða eftir handverkarum.
Tað ivast føroyskir byggiemeistarar ikki í.
Teir merkja av álvara, at føroyskir handverkarar, og serliga elektrikarar í hesum døgum streyma til Noregs at arbeiða, har teir fáa sera góðar sømdir.
Serliga hava elinnleggjarar seinastu tíðina mist nakrar elektrikarar til Noregs.
Tað sær út til at marknaðurin í Noregs mettast ikki og tað tað sær út til, at føryoska byggivinnan verður mestsum drenað fyri elektrikarar.
Byggimeistarar vita, at yvir 30 elektrikarar hava verið í Noregi í eina tíð og teir hava frætt, at yvir 30 skulu yvir afturat.
- Teir, sum útvega elektrikarar til norska arbeiðsmarknaðinum, ringja til frá elektrikara til elektrikara í Føroyum og bjóða teimum arbeiði. Og tá ið so stórt tal fer av landinum, er eyðsæð, at tað verða ikki nógvir eftir í Føroyum.
Sjálvur undrast hann ikki á, at elektrikarar taka av tilboðnum at fara yvir til Noregs, tí umstøðurnar eru sera góðar. Teir arbeiða í tveir vikur og hava frí í tríggjar vikur, og hava yvir 20.000 krónur eftir í lummanum.
Elinnleggjarar, sum ikki leggja í at leggja navn til, siga, at hendan gongdin fer at fáa avleiðingar fyri byggivinnuni í Føroyum.
- Tað fer í fyrstu atløgu at gera, at bíðitíðin eftir at fáa elektrikarar, fer at vera munandi longri, enn hon hevur verið. Men tá ið tað er so ringt at fáa elektrikarar, er tað eisini skilligt, at prísurin fer upp.
Sjálvir meta teir, at tað er blivið eini 10% dýrari at fáa elektrikara hesar seinastu mánaðirnar.
Og tað er baa ein, sum kann fáa rokningina, og tað er viðskiftafólkini.
- Tað verður óluksáliga synd í okkara viðskiftafólkum framyvir, siga teir.
Taka vit eitt dømi um ein, sum skal byggja eini hús, so er tað ein samanhangandi tilgongd, har timburmenn, elektrikarar, rørleggjarar, málarar o.s.fr. skulu arbeiða í hølunum á hvørjum øðrum. Og verður tað leingi at bíða eftir elektrikaranum, fer tað eisini at seinka øðrum handverkarum, eitt nú timburmonnum og málarum.
So alt í alt fer trotið á elektrikarum at gera, at tað fer at verða munandi longri at fáa eini hús bygt, ella at fáa eitt arbeiði gjørt vvirhøvur.
Onkur hevur nevnt, at so er bara at fáa útlendingar hendavegin at arbeiða.
Men tá ið tað ræðir um elektrikarar er hetta ikki so einfalt, tí tað er bara tann danska útbúgvingin, sum er góðkend í Føroyum. Sostatt ber bara til at fara til Danmarkar eftir elektrikarum,men har er eisini rættiliga nógv arbeiði.
- Eg síggi fyri mær, at føroyska byggivinnan stendur fyri stórum trupulleikum og eg veit ikki, hvat hetta endar við, sigur elinnleggjari við Sosialin.
Meiri á síðu 6.