Enn er eingin endalig loysn funnin á málinum um tikna/rænda Skálaberg. JFK bíðar framvegis eftir sektaruppskoti frá russum. Tað hugvekjandi í hesum máli eru nógvu og ymsu signalini, sum koma úr øllum ættum. Og nú eru so eisini gitingar vornar partur av hesum torskilda máli. Eru tað russar, sum eru gemenir sjórænarar? Er tað teirra skipan, sum er burokratisk ella korrupt? Er tað reiðararíið í Føroyum, sum hevur sovið í tímanum? Sum hevur forbrotið seg? Eru tað okkara myndugleikar, sum hava snorksovið?
Tað liggur í luftini, at reiðaríið skal rinda einar 5 mill. kr. í sekt fyri ikki at hava hildið galdandi avtalur. Skipið fiskar av kvotuni hjá Sundaberg, og hetta hevur Fiskimálaráðið kunnað russar um. Men móttakarin í russisku skipanini hevur “gloymt” at senda hetta víðari til sínar samstarvsfelagar eftir, at hann fór úr starvið. Hvat er gjørt fyri tryggja sær, at hesi boð komu fram? Hvussu er mannagongdirnar í Fiskimálaráðnum?
Hvørjum skal man trúgva. Er talan um lógarbrot frá føroyskari síðu, er talan um manglandi embætisførslu frá føroyskari síðu ella er tað bara burokratiska og stóra russiska skipanin, sum er so torfør at gjøgnumskoða?
Eftir okkara tykki er hetta eitt sera prinsipielt mál. Og tí eiga allar upplýsingar at koma fram og verða vigaðar á eini vekt. Samstarv millum okkum og russar hevur vanliga gingið væl, og russiski konsulin í Føroyum segði við Sosialin í farnu viku, at atburðurin hjá russum átti ikki at skiljast sum hevnd av nøkrum slag sum tøkk fyri onkra misgerð vit hava framt móti russiskum áhugamálum. Konsulin er skilamaður og eiga vit helst at taka hansara orð fyri góða vøru.
Spurningurin vit seta okkum er: hava okkara fiskiveiðumyndugleikar og okkara múgvandi Uttanríkisráð gjørt nóg mikið fyri at loysa hesa uppgávuna. Hava tey troytt allar kreftir og eitt nú brúkt russiska konsulin í Føroyum fyri at finna loysnir. Hava tey havt nóg tætt samband við danska uttanríkisráðið og russisku sendistovuna í Danmark?
Her eru alt ov nógvir ósvaraðir spurningar. Tað er ikki ein spurningur um at finna syndabukkar, men allur sannleikin má fram um hetta málið, tí okkara samstarv við russar er so týdningarmikið, at tað mugu ikki koma kílar í vegna misskiljingar, skeivar ella manglandi avgerðir og eftirlit ella fyri tað vánaliga embætisførslu.
Okkara tankar fara til føroysku sjómenninar umborð á Skálabergi. Teir hava í veruleikanum verið hildnar gíslar í eini trætu teir eru fullkomiliga ósekir í. Hava almennu Føroyar gjørt nokk fyri at fáa teir heimaftur! Vónandi verður málið loyst sum skjótast.