Louisa visti av ongum hendan morgunin. Starvsfólkini høvdu lagt hátíðarløtuna til rættis, uttan at hon visti av. Øll starvsfólkini vóru savnaði, og borgarstjórin Heðin Mortensen kom á vitjan og segði nøkur orð og handaði henni blómur frá Tórshavnar kommunu.
Systir Louisa er ættað úr bygdini Westerlo í Norður Belgiu. Hon kom til Føroya í 1965 og byrjaði beinanvegin í Sankta Josefs Barnagarði, har hon hevur arbeitt síðan. Seinastu 38 árini hevur hon verið leiðari á stovninum.
Sankta Josefs Barnagarð varð stovnaður í 1931 og verður sostatt 75 ár í 2006. Barnagarðurin varð settur á stovn sum ein privatur stovnur, men síðan 1958 hevur hann verið sjálvsognarstovnur.
Louisa var 27 ár gomul tá hon byrjaði, og er hon í dag 67 ára gomul. Enn trívist hon væl millum tey 80 børnini og 16 starvsfólkini, harav tey 11 eru pedagogar.