Ein 27 ára gamal týskari er dømdur tíggju mánaða fongsul, eftir at tað er komið fram, at hann hevði fingið trý børn við 20 ára gomlu systir síni.
Tann 27 ára gamli Patrick bleiv koyrdur á eitt barnaheim, tá hann var fýra ára gamal. Ikki fyrr enn hann var 22, fekk hann at vita, hvør mamma hansara var, og tá kom hann eisini í samband við systrina, sum tá var 15 ára gomul. Patrick sigur við Bild am Sonntag, at hann fekk sera gott eyga á systrini beinanvegin. Ta fyrstu tíðina høvdu tey sama kamar í íbúðini hjá mammuni, men seinni fluttu tey í egna íbúð. Tað endaði við, at tey fingu trý børn, sum nú eru ávikavist trý ár, 17 mánaðir og fýra mánaðir.
Tá myndugleikarnir fingu frænir av, hvat hent var, bleiv Patrick dømdur tíggju mánaða fongsul. Tann dómurin snúði seg bara um tað elstra barnið. Nú bíðar hann eftir revsingini fyri annað barnið, og seinni skal hann í rættin fyri tað triðja, skrivar Bild am Sonntag. Tann 20 ára gamla systirin er farin á eitt heim, og børnini eru á barnaheimi.