Systkinabarnið avloysir Atla

Hjá HB er landsliðsmálverjin aftur millum stólparnar, meðan ein annar landsliðsspælari framvegis er ivasamur

Fyri fimm mánaðum síðani vann Víkingur løgmanssteypið í finalu ímóti KÍ, sum endaði 1-0

Tað er av fagrasta veðri í dag – heiður himin, turt, stilt og lýtt – og hóast hann boðar frá høgætt og eysturætt,  kaldari veðri og kanska eitt sindur av avfalli um vikuskiftið, so vera líkindini at spæla fótbólt góð í kvøld, tá ið fýra dystir í kappingini um løgmanssteypið eru á skrá.

 

Víkingur – HB: Alex Troleis kl. 18.00

 

Skála – B71: Petur Reinert kl. 19.00

 

NSÍ – MB: Høgni Madsen kl. 18.00

 

FC Hoyvík – EB/Streymur: Jákup Øssursson Mohr kl. 19.00

 

Stóri dysturin verður í Sarpugerði, har Víkingur fær vitjan av HB. Í landskappingini er Víkingur eftir fimm umfør átta stig frá toppinum. Tí kann tað væl vera, at gullvónirnar hjá víkingunum fyrst og fremst eru tongdar at steypakappingina, sum Víkingur, síðani felagið varð stovnað í 2008, hevur vunnið seks ferðir – í 2009, 2012, 2013, 2014, 2015 og 2022.

 

Tá ið Víkingur sunnudagin tapti 2-0 í Klaksvík, sá Atli Gregersen reytt. Tí er neyðugt at fáa nýggjan mann undir liðina á Arnbjørn Svensson  í miðverjuni. Í Klaksvík varð Géza Dávid Turi fluttur av miðvøllinum og aftur í miðverjuna at spæla teir 10 minuttirnar, eftir at Atli var farin av vøllinum.

 

Í kvøld verður Géza Dávid Turi á sentrala miðvøllinum. Nýggjur í miðverjuni verður Bergur Gregersen, sum annars plagar at vera vongverji í vinstru. Vongverj í vinstru verður Ingi Jonhardsson, sum ofta hevur røkt tað plássið, men sum higartil í ár hevur verið meiri framrættaður.

 

Umframt Atla Gregersen er Ari Olsen ikki tøkur hjá Víkingi. Hann er darvaður av vøddaskaða. Finnur Justinussen er plágaður av skaða í knænum, so tað er óvist, hvønn leiklut hann fer at eiga í kvøld.

 

Hjá HB var Teitur Matras Gestsson ikki tøkur í 4-1 heimasigrinum ímóti ÍF. Hann verður aftur millum HB stólparnar í kvøld. Ári Mohr Jónsson er darvaður av skaða í lærkrikanum, og Hørður H. Askgam og Tróndur Jensen eru langtíðarskaddir.

 

HB hevur vunnið steypakappingina 28 ferðir. Síðsta ferðin, at HB vann løgmanssteypið, var í 2020. Leygardagin 5. desember 2020 vann HB 2-0 ímóti Víkingi.

 

Fyri fimm mánaðum síðani vann Víkingur løgmanssteypið í finalu ímóti KÍ, sum endaði 1-0