Tí atkvøddi eg ikki

Á býráðsfundi hóskvøldið 19. feb 2009 gav ein meiriluti í Tórshavnar Kommunu loyvi at samráðast um lánstreytir til eitt lán upp á góðar 200 mill.kr.. Síðani kemur málið aftur á býráðsfund til endaliga støðutakan

Eg metti ikki, at eg visti, hvat eg atkvøddi fyri tí tað lá eingin frágreiðing ella nærri, útgreinan hvat pengarnar skuldu brúkast til. Eg eri vælvitandi um, at nógvar íløgur eru samtyktar, men peningur manglar til at seta tær í gongd við, men ein útgreinan eigur altíð at fyriliggja, so borgarin veit hvat, hvagar skattakrónurnar fara.

 

Men tað sum gjørdi, at eg ikki var ílatin til støðutakanina, var málið um eina eykarokning upp á stívliga 20 mill.kr.til Glyvursveg. Her hevur meirilutin í Tórshavnar Kommuna fullkomiliga mist tamarhaldið á skattaborgarans peningi. Men tað sum skelkaði enn og meir, var at eykarokningin upprunaliga var upp á 35 mill.kr., men er spard niður á stívliga 20 mill.kr..

 

Tí metti ikki, at fyriliggjandi upplýsingar vóru nøktandi at heimila Býráðnum at upptaka lán. Málið kemur fyri býráðið aftur, tá lánstreytirnar fyriliggja. Vónandi eru meira fullfíggjaðar upplýsingar tøkar, tá tað endaliga loyvið skal viðgerast í býráðnum seinri í ár.

 

Men prinsippielt eri eg ikki ímóti at læna pening, tí tað er júst í hesum tíðum, vit skulu hava hjólini malandi, fyri ikki at alt skal steðga upp. Við einari álíkning á knappar 600 mill.kr., er einki í vegin í so máta at hava eitt lán á 200 mill.kr..

 

Men eg skal líka gera vart við, at rakstarútreiðslurnar í tíðarskeiðnum 2004 til 2008, eru øktar frá kr. 312 mill. til kr. 485 mill., tað er heili 55%, sostatt ein markantur vøkstur.Vit kunna rokna við einari inntøkuminking í ár og næsta ár, so tað ræður um at planleggja neyvt og stýra skattaborgarans peningi við ábyrgd.

 

Tórshavnar Kommuna er annars ein vælvirkandi kommuna við nógvum góðum tilboðum til bæði ung og gomul. Við viti og skili skulu tilboðini økjast ár undan ári. Tað skal verða gott at búgva í Tórshavnar Kommunu.