Tübingen ? ein perla í Týsklandi

- A town out of time og ein bókaheimur

Teir tríggir ungu lesandi á cafeini uttanfyri gomlu Stiftkirkjuna hava skegg, ið fær teir at líkjast villum Schwartswalds bóndum úr týska háromantikkinum, ella hábornum andans reikarum yvir tokuhavið, sum myndin hjá Caspar David Friedrich.
Í Tübingen eru nærum øll lesandi ella lærarar, tí her eru 25 túsund lesandi úr øllum heiminum. Í Tübingen er einki universitet, Tübingen er eitt universitet, taka tey til orðanna, serliga gudfrøðin í Tübingen er framkomin, kanska tað besta staðið í heiminum at lesa hetta fak, saman við týskari heimspeki. Hetta er ein bókabýur, fullur í bókhandlum, bókalærdum monnum og kvinnum, sum saman við einari fantastiskari traditión fyri góðum víni ger býin til eina fragd at vitja.
Hjartað í býnum er sera vakurt við Ráðhúsinum frá 1435, og alt torgið rundan um, er einans bygt við bygningum í suðurtýskum miðaldar- og romantiskum byggistíli, ið gevur ein heilt serligan dám, av landsbygd, bóndahúsi og av Suðurtýsklandi. Gongur leiðin eftir Burgsteige, kemur ein spakuliga nærri einari miðaldarborg, ið er varðtekin hjá Tübingen. Borgin er bygd í ymiskum stíli og rákum frá 1078 til 1817. Ávegis niðan til hesa borg komu vit fram við einum av hesum: "Burschenschafft-en", t.v.s. íbúðir fyri lesandi, ið meiri minnir um eina borg. Tey, ið koma inn her, búgva ókeypis, men gjalda eftir at tey eru liðug at lesa. Hesir felagsskapir fyri lesandi eru einans fyri útvald, tí torført er at koma inn, sigst. Slík støð hava nógvar gamlar siðir, m.a. at berjast við svørði, har tað er ein heiður, og eitt aðal-borið tekin at vera "geslagen", t.v.s. at ein hevur eitt sjónligt arr, serliga fínt er tað at hava eitt í andlitinum. Nógv lesandi í Tübingen dáma ikki hesar felagsskapir, tí teir eru elitudyrkandi, tjóðskaparligir og konservativir, men eingin veit rættuliga, hvør býr her, og hvussu tað er at búgva eitt slíkt stað. Tað, at hesir bústaðar eru so afturlatnir og fullir í loyndarmálum, fær bert søgurnar at ganga um teir, so sum, at tað bert eru komandi leiðarar, fíggjarfrøðingar og advokatar, ið búgva har, at teirra arr, eftir loknan lestur kanska eru tigandi og sjón-lig atgongumerki inn til valdsins bonaðu gólv. Men soleiðis er hetta helst eitt paradoks, tí vóru slík støð opin fyri øllum, so fall "mystikkurin" til jarðar samstundis. Slíkir "felagsskapir" siga okkum nakað um samfelagið annars, at hesir bert eru ein spegil av valdsjavnvágini í sjálvum samfelagnum. Ongland og USA er á tremur við slíkum, meðan Týskland er øðrvísi og nógv meiri líkt t.d. Danmark og restina av Norðanlondum, t.d. kostar tað einki at lesa á Eberhardt-Karl Universitet-in-um, ið bjóðar nakrar av heimsins bestu útbúgvingum.
Ein meiri hugnaligur og opin studentabústaður er Evangelisches Stift, har serliga gudfrøðilesandi búgva, koma tey frá Baden-Wurttemberg er tað ókeypis at búgva her. Her hava bæði G.W.F. Hegel, Friedrich Holderlin, Johannes Kepler búð, tí Stift var upprunaliga eitt klostur bygt í 1264. 13 ár eftir trúbótina í 1534, byrjaðu lesandi eisini at búgva har.
Inni í Holderlintorninum er framsýning av íbúðini hjá týska yrkjaranum. Í hesum døgum eru eisini bókadagar í Tübingen, ein ørgrynna av nýggjum týskum rithøvundum, ið lesa úr verkum teirra. Konsertir eru í húsunum hjá Herman Hesse á Herrenberger Strasse 28.
Beint omanfyri er heim-spekis- og listasøgu-bygningurin á Eberhard Karls Universitetinum, har týski heimspekingurin Hegel lærdi frá sær um andana fænomenologi, søguheimspeki, og ikki minst um andan í romantisku hugsjónini. Her frá skuldu tankar koma, sum Karl Marx og Frederick Engels nýttu og broyttu, soleiðis at sjálvt tíðin og 19. og 20. øld. komu at broytast.
Ein bókaverð
Tað er ein fragd at vitja bókahandlar í Týsklandi, sum heild eru teir stórir og villingarsamir, men tey, sum arbeiða har, vita nærum alt ein kann fáa tørv á at vita, og meiri. Tübingen er sum ein stórur universitetsbýur á tremur við hesum bókahandlum, ofta eru teir í fleiri hæddum, og einki ger tað, um ein støðgar í fleiri tímar, har eru stólar og borð sett upp til tað sama. Týskar bøkur eru væl úr hondum greiddar, serliga fakbøkur kunnu keypast bíliga. Eingin kann koma aftur um, og siga nakað ringt um innihaldið í einari týskari frøðibók, men tíverri útgeva forløg sum Philipp Reclam í Stuttgart, Max Niemeyer Verlag í Tübingen, Wissenschaftlige Buchgesellschaft í Darmstadt, Felix Meiner Verlag í Hamburg og Suhr-kamp, ótrúliga ljótar bøkur. Philipp Reclam røðin er gul, har allar hesar túsundtalsbøkur eru útgivnar í einum formati, ið skuldi verið bannað, tær eru eini 8 x 15 cm, til stødar, t.v.s. siga nógv minni enn ein Disney Jumbo bók. Har standa tær á rað, øll heimsins klassikaradýrd ílatin henda gula minibúna, á forsíðuni ein svørt strika og ljótt stavsnið, ongantíð ein mynd á forsíðuni. Í hesum formatinum finnir tú stór verk um listasøgu, heimspeki og bókmentaverk við hundraðtals notum, men alt er sprongt niður í hesar ræðuligu 8x15 cm snorgulu forsíður. Felix Meiner og Max Niemeyer fylgja sama stíli, har øll røðin av bókum hjá hesum forløgum eru, annaðhvørt græsgrønar og lortabrúnar, tveir ræðuligir litir. Men her stendur betur til inni í sjálvari bókini, ið tó er lesandi, serliga Max Niemeyersa bøkur eru góðar at lesa, meðan tær frá Felix Meiner hava alt ov lítlar stavir. Soleiðis er tað eisini hjá Suhrkamp, teirra klassikarrøð er ljót sum arvasyndin, og teir kunnu rósa sær av at útgeva bøkurnar hjá Hermann Hesse, Ludvig Wittgenstein, Bertold Brecht, Max Frisch, Paul Celan, Teodor W. Adorno, at teir hava týtt og útgeva enn Laxness, Proust, Elliot, Shaw og hópin av øðrum. Í hesum døgum er tað mest fólk sum Magnus Entzensberger, Martin Walser, Uwe Johnson, Peter Weiss, ið mynda frontin hjá Suhrkamp forlaginum. Men sjálvandi eru tað samlaðu útgávurnar hjá Adorno, Benjamin, Ernst Bloch, Wittgenstein, Habermas, Norbert Elias ið eru nógv seldar, saman við verkum eftir sosiologum sum Niklas Luhmann og Peter Sloterdijk. Men hví er tað soleiðis, hvat er galið við eini mynd, hví eru hesi útgevararfeløg so von við at bøkur setur man ikki myndir á? Tað er helst ein gamal siður, ein ikonoklasiskur partur av mentanini, ið vanlig bløð sum Die Zeit eisini hava nakað av, hetta, at myndir eru einkisigandi, ikki veruligar, har t.d. Norðurlenskar avísir eru á tremur av myndum, eru tær týsku púra tóma fyri myndir.
Vín og góðir dagar
Meðan eg sat á torvinum her við Stiftskirsche í Tübingen, her er ein café, ið skjótt gjørdist mín fasta café, ein sera góðari café, her kom eg at hugsa um, at Tübingen og Suðurtýskland er ein vakur heimur, óvanliga flott hús, blomsturkassar, vøkur náttúra og í býum sum hesum, er alt so ótrúliga reint, alt virkar, er effektivt og tænastustøðið er so høgt, at ein mangan gerst tortrúgvin, hetta mótvegis t.d. grannanum Fraklandi, har alt er sum best ber til, tó fult í mentan, bergtakandi sjarmu, men hvørt vesi er brotið, ella so ólekkurt, at ein mangan er um at bakka út aftur. Eg elski tó Frakland, fyri mentan teirra, matgerð, vín, stilla tónan og lívsgleðin í Provence, teirra cognac og heimsins bestu calvados. Men ljótu bøkurnar kann eg kanska fyrigeva, tí tá ein er her, er alt so vakurt sum eitt postkort.
Eftir Eurosamarbeiðið er alt eini 20 til 30 prosent dýrari, serliga fyri okkum merkist hetta á bankabókini, hesir EURO pengarnir (7,45 kr) eru nærum sum dollarar, sum í USA renna úr mappuni við eini øgiligari ferð, um ein ikki ansar væl eftir. Týskarar kalla henda nýggja pening fyri "Teuro", ið er samansett av orðunum "teuer" (dýrt) og EURO. Tey ungu lesandi søgdu mær frá, at hetta beinleiðis merkir, at fólk ikki fara so nógv á café, í biograf ella út at eta longur, tí aftaná 1. január 2002, settu nógvar matstovur bert EURO merkið ístaðin fyri Dmark. Týskland er eitt land merkt av ógvusligum ídnaði, framburði, bilum og einum sera høgum arbeiðsmorali, ið fylgist við einum rættuliga høgum livifóti. Týskarin, serlíga í Suðurtýsklandi, trýr uppá heimið, sum ein basi í lívinum, bæði hús og bilar eru av besta slag, meðan klæði ikki eru í hásæti. Í Fraklandi er tað øvugt, har eru fólk meiri úti á caféum, klæða seg ótrúliga væl, meðan heimið kemur í aðru røð. Í Týsklandi eru bilarnir helst týskir, so sum BMW, AUDI, Wolkswagen, Mercedes, og um nokk er til av peningi ein Porche. Í Fraklandi eru teir franskir Peugot, Citroen, mangan smáir og orkusparandi. Fólk ferðast ótrúliga nógv, kanska í mun til í Føroyum, her er tað nærum ein mannarættur at fara uttanlands minst einaferð um árið, men býr ein her, er ein sjálvandi í Fraklandi, Sveits ella Eysturríki við bili eftir einum góðum tíma, og ein flogferðaseðil til teir stóru "týsku" býirnar Mallorka ella Ibiza kann ein keypa fyri eini 200 krónur við øllum.
Fólk her eru eisini nógv meiri mynduleikatrúgv enn eg eri vanur við, sum t.d. hetta at seta listar upp allarstaðir, ið siga, hvussu alt skal handfarast, ordan er neyðugur. Fólk skilja t.d. alt burturkast sundur í fleiri ruskspannir, eg lærdi ongantíð at skilja ímillum, hvat skuldi í hvørja, meðan vit har heima hirða alt niður í sama díki. Hetta gera tey við sama treysti sum tey verja hetta, at filmir skulu eftirsynkroniserast við týskari talu. Persónliga haldi eg, at hettaelvir til, at fólkið ikki lærir onnur mál. Men ringast er, at filmurin er púra oyðilagdur, og syrgiligt er at hugsa sær, at eini 80 milliónir fólk í Týsklandi hava ongantíð hoyrt, hvussu vakurt enskt Richard Burton tosaði, hvussu danskt ella hvussu kinversk úttala ljóðar.
Landið ber ein við sær, og hetta kemur mangan best til sjóndar gjøgnum matin. Týskarar hava nógvan góðan mat, serliga havi eg lagt merki til teirra hvítvín, og sjálvandi ein livandi og stoltan ølsið. Tá ein kemur á gátt hjá fólki, bjóða tey vín ella øl, í heimsklassa, teirra Riesling drúva er sera væl eydnað, betur enn í Norður Fraklandi. Ølið í Týsklandi er teirra stoltleiki, og eingin ivi er um, at týskarar og belgiumenn eru meistarar á hesum øki. Vit vóru til eina vínsmakking útí á einum víngarði, ið var framúr-skarandi, har okkurt gott vínið varð keypt. Her er ein onnur ond, eitt annað lyndi, ið ikki er týskt um so, men suðurtýskt. Fólk gloyma, at Týskland er so stórt, at mentalir og t.d. dialektmunir eru so stórir, at ein týskari tætt við danska markið ikki skilir eitt orð av Schwaben týsku dialektini, alt broytist longur suður ein kemur, eisini fólkið, her eru vínmarkir, og eitt veðurlag, ið minnir um suðurlond á sumri.
Tübingen er ein perla, ein friðaligur staður, fullur av kirkjuklokkum, bókahandlum eitt øki sum skapt til langan lestur, ein hvíldarstaður í týska heiminum. Sum eitt stórt leiktjald í einum filmi, púra óskalað av bumbum, so vakurt er her, at friðurin bara kemur soleiðis spakuliga á ein.